Mánadagin 30. august hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag aðalfund. Sitandi nevnd heldur fram óbroytt.
Fyri vali á aðalfundinum stóðu Jón Sigurdsson, Høgni Hansen og Árni Ellefsen. Allir vórðu teir afturvaldir. Í nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag sita Bogi Jacobsen, formaður, Høgni Hansen, næstformaður, Kristoffur Laksá, Jóhanna á Bergi, Fróði Magnussen, Jens Meinhard Rasmussen, Odd Eliasen, Jón Sigurdsson og Árni Ellefsen.
Samlaða ársfrágreiðingin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag sæst her.
Niðanfyri er frágreiðing frá nevndini:
Hetta seinasta hálvtannað árið hevur verið ein heilt serlig tíð fyri føroyska vinnu og alt tað føroyska samfelagið annars.
Eingin hevði ávarað um, at ein koronafarsótt fór at endavenda øllum forsøgnum og spádómum, tá ið farið var um grækarismessu 2020. Síðan hevur Korona og óvissan um avleiðingarnar av koronatiltøkunum fylt nógv í gerandisdegnum kring allan knøttin, og koronatiltøkini úti í heimi hava í stóran mun ávirkað føroyska útflutningsvirðið skeiva vegin.
Munandi partur av føroyska fiskaútflutninginum fer til matstovur, sum hava verið stongdar, stóran part av tíðini, síðan mars 2020.
Útflutningsfyritøkurnar hava tí roynt at tillagað framleiðsluna til aðrar marknaðir og meira lidnar vørur til endaliga brúkaran. Hetta hevur vigað nakað upp ímóti missinum í eftirspurninginum frá matstovuvinnunum, men ikki nóg mikið til at javnviga afturgongdina í útflutningsvirðinum.
Bæði nøgd og prísir eru fallin, men hóast laksaprísirnir hava ligið heilt niður ímóti framleiðslukostnaðinum, hetta tíðarskeiðið, so hevur tað ikki minkað um lønargjaldingarnar í alivinnuni. Heldur tvørturímóti, tí meirvirking av laksi til endabrúkaran hevur skapt meira virksemi her heima. Alifyritøkurnar hava tí sjálvar átikið sær fallið í prísinum á útflutta laksinum.
Í fiskivinnuni er prísfallið sum frálíður flutt yvir á veiðiliðið, soleiðis at fiskiflotin fær minni fyri avreiðingarnar.
Í heimligu vinnunum hevur tað annars samanumtikið gingið heilt væl.
Nakað eftir, at fyrstu koronatiltøkini høvdu køvt føroysku ferða- og matstovuvinnurnar og skelkurin hevði lagt seg, kyknaði av álvara undir heimliga eftirspurningin. Sølan í heimligu handilsvinnuni er vaksin millum 10 og 20%, hesa tíðina, meðan koronatiltøkini hava forðað føroyingum at fara av landinum at ferðast.
Byggivinnan hevur eisini havt úr at gera, men stóra trýstið á føroysku byggivinunna, seinastu árini, er minkað. Hetta kemst av, at fleiri stórar verkætlanir eru lidnar og avhandaðar hesa seinastu tíðina.
Samanumtikið er føroyska samfelagið og vinnan tí komin heilt væl ígjøgnum koronatíðina, ferðavinnan undantikin. Tað sást eitt lítið kvink uppeftir í arbeiðsloysinum, beint eftir, at koronatiltøkini vórðu sett í verk í mars 2020, men samanborið við onnur lond, ber ikki til at siga, at vit hava nakað arbeiðsloysið í Føroyum. Føroyska arbeiðsloysið liggur í løtuni um 1,6%.
Ein týðandi orsøk til, at Føroyar eru komnar so væl ígjøgnum hesa tíðina eru føroysku átøkini at forða smittuni at koma fyri seg í samfelagnum. Føroyska koronatilbúgvingin, við áhaldandi koronakanningum, saman við virðingini hjá øllum føroyingum fyri koronatiltøkunum, hevur verið fyrimyndarlig. Hvørja ferð smittuspjaðingin hevur hótt við at taka seg upp aftur, hevur tað í felag eydnast okkum at fáa tamarhald á smittuni.
Tí hevur tað borið til at havt samfelagið og heimligu vinnuna koyrandi, hóast koronasmittan hevur hingið sum eitt myrkt skýggj yvir okkum í skjótt hálvtannað ár.
Tað valdar framvegis óvissa um, hvussu seinárinini av koronafarsóttini fara at ávirka vinnu og búskap í nærmastu framtíð, men avleiðingarnar av koronastongslunum síggjast nú aftur í vørumangli og munandi hægri flutningsgjøldum á heimshøvunum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag brúkar nógva orku til samráðingar og ymsar spurningar um sáttmálaviðurskifti á privata arbeiðsmarknaðinum. Soleiðis hevur eisini verið í undanfarna ári.
Samráðingarrundan 2020-2022 byrjaði við samráðingum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini. Úrslitið var tvey ára sáttmálar við eini lønarhækkan á 2,05% fyrra árið, har lønarhækkingin varð galdandi frá 1. august, og 1,25% seinna árið.
Hetta hevur verið støðið undir øllum samráðingunum higartil í hesi samráðingarrunduni, og karmurin er hildin, nú bert tríggir sáttmálar eru eftir, áðrenn henda samráðingarrundan er liðug.
Nýggja samráðingarrundan byrjar 1. mai 2022, tá ið sáttmálarnir við arbeiðarafeløgini ganga út.
Koronatiltøkini hava havt stóra ávirkan á gerandisdagin og vanliga virksemið í Vinnuhúsinum. Vinnudagurin, sum hevur verið hildin á hvørjum ári seinastu 20 árini, varð fyri fyrstu ferð avlýstur í fjør. Eisini aliráðstevnan varð avlýst, men hesi tiltøkini eru komin á skrá aftur, og vónandi verður tað gjørligt at halda Vinnudagin aftur í heyst.
Annars hevur Vinnuhúsið brúkt nógva tíð til ráðgeving og vegleiðing til politisku skipanina og limir sínar, síðan koronatiltøkini vórðu sett í verk, og meðan tey hava verið galdandi.
Um hugt verður longur fram í tíðina, so mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag framvegis til, at vinnupolitikkurin verður endurskoðaður og tillagaður dagsins samfelag. Vinnupolitikkurin eigur at taka støði í nútíðini og framtíðar avbjóðingunum hjá vinnu og samfelag.
Nakrar av tillagingunum í vinnupolitikkinum snúgva seg millum annað um atgongdina til arbeiðsmegi, sum hevur verið ein bygnaðarligur trupulleiki hjá føroyskari vinnu í nógv ár. Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskir eisini eina øðrvísi og kappingarføra skatta- og avgjaldsskipan við lægri lønarskatti og fleiri tænastugjøldum, umframt fleiri handils- og fiskivinnuavtalur við onnur lond.
Vinnupolitikkurin eigur at verða vegvísari, har politikarar taka atlit at dagførda vinnupolitikkinum í politisku stýringini av samfelagnum, soleiðis at vinnan veit, hvørjar karmar hon hevur at virka innanfyri fleiri ár fram í tíðina.