2 (8)
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur biðið sínar limir um at halda fram við sínum vanliga virksemi, við tí arbeiðsmegi sum er tøk.

08. juni. 2024 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður | Sáttmálasamráðingar

Nú semingsroyndin ikki bar á mál vegna vantandi samráðingarvilja, ynskir Føroya Arbeiðsgevarafelag at gera sítt fyri at fáa samfelagið at virka so vanligt, sum til ber, í hesari verkfalsstøðuni.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í dag biðið sínar limafyritøkur um at útinna alt tað arbeiði, sum møguligt er í einum verkfalli. Hetta merkir millum annað:

  • at limafyritøkur ikki skulu góðtaka ólógligar fysiskar blokadur
  • at tey starvsfólk, sum ikki eru í verkfalli, eru til arbeiðis sum vant, og loysa sínar vanligu uppgávur, í tann mun tað ber til.
  • at limafyritøkur ikki uttan víðari skulu góðtaka krøv ella treytir, sum arbeiðarafeløgini seta fyri at fáa undantøk frá verkfallinum ella frá blokadum.

”Vit høvdu vónað, at semingsroyndin fór at enda við einari semju, men nú eingin vilji var at samráðast, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag tað vera sína skyldu at viðvirka til, at samfelagið kann virka so vanligt, sum tað ber til í einari verkfallsstøðu,” sigur Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelagi.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya