Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur IKKI noktað at samráðast við Súluna

17. august. 2019 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Súlan er hinvegin ikki virkisfør

Næstformaðurin í danska fakfelagnum FPU fer lætt um sannleikan, tá hann í tíðindunum í KVF í gjárskvøldi sigur, at Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki vil samráðast um nýggjan sáttmála við Súluna. Hetta er snøgt sagt ikki rætt.

Endurstovnaða fakfelagið Súlan vendi sær í vár til Føroya Arbeiðsgevarafelag við áheitan um samráðingar um nýggjan sáttmála til at avloysa sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum í fjør varð longdur at galda til 1. november 2019. Føroya Arbeiðsgevarafelag játtaði at koma til samráðingarborðið, og ætlanin var at byrja samráðingar aftaná summarfrítíðina.

Súlan og Føroya Arbeiðsgevarafelag avtalaðu at nýta sama leist til samráðingarnar um sáttmála fyri flogternurnar, sum varð nýttur í samráðingunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya, sum eins og Súlan er limur í FPU. Eftir hesum leisti samráddist nevndin í Flogskiparafelagnum saman við føroyska advokatinum hjá FPU.

Nú samráðingar eftir ætlan skuldu byrja, er støðan hon, at fakfelagið Súlan ikki hevur nakra nevnd og noktar at manna nevndina av nýggjum. Súlan er tí ikki virkisfør, og harvið er ongin partur at samráðast við.

Men tað skal vera púra greitt, at Føroya Arbeiðsgevarafelag er til reiðar at fara til samráðingar við Súluna, so skjótt hon er virkisfør, og hesum hava vit boðað frá, seinast so seint sum hósdagin í hesu vikuni. Føroya Arbeiðsgevarafelag viðger sostatt spurningin um samráðingar við Súluna á neyvt sama hátt sum samráðingarnar við Flogskiparafelag Føroya.

Tað er tí beinleiðis skeivt at siga, at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur noktað at samráðast.

Leggjast kann afturat, at spurningurin um samráðingar ella ikki, er eitt mál, har Føroya Arbeiðsgevarafelag er partur. Í starvsfólkamálum er Atlantic Airways partur. Hesi bæði mál skulu tí ikki vindast inn í hvørt annað, soleiðis sum FPU hevur hug at gera.

  Samband:

  Bogi Jacobsen

  Formaður

  Fartlf: 291630

Annað á breddanum

  1. Aðalfundur í Handilsvinnufelagnum

    Skráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkum felagsins

    22. Apríl. 2025 | Handilsvinna
    IMG 0559 (1)
  2. Eina skipan fyri burturkastøkið

    Gevur tað veruliga meining, at eitt lítið land sum okkara hevur tvær sjálvstøðugar skipanir? Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin at samskipa burturkastskipanina í eina felags skipan

    22. Apríl. 2025
    Affald
  3. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)