Miðlafólk

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk undirskrivað semju

23. oktober. 2023 | Tíðindi | Sáttmálasamráðingar

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk undirskrivaðu fríggjadagin tann 20. oktobur 2023 undir nýggjan tvey ára sáttmála fyri miðlafólk í privata geiranum.

Partarnir eru samdir um eina lønarhækking tann 1. november 2023 á 3,80% og tann 1. november 2024 á 4,04%. Hetta er á sama støði sum í øðrum sáttmálum, ið eru gjørdir á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingarumfarinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelagi.

Jón Brian Hvidtfeldt og Jórun Gardar undirskrivaðu semjuna fyri ávikavist Føroysk Miðlafólk og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya