Týsdagin 21. apríl skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og S&K undir nýggjan tvey ára sáttmála.
Umframt ávísar tillagingar í sáttmálanum vórðu partarnir samdir um eina lønarhækking á 1,98 % hin 1. mai 2015 og 2,25 % hin 1. mai 2016. Hetta er sama hækking sum í hinum semjunum, ið eru gjørdar millum fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Partarnir undirskrivaðu eisini avtalu um fráboðanarfreist í sambandi við verkfall.