Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF (Yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar-, fíggjar-, KT o.l. fyritøkum) eru nú farin undir at samráðast um sáttmálan fyri peningastovnar og tryggingarfeløg, sum gongur út 1. mai 2019.
Partarnir handaðu í dag krøv, og næsti samráðingarfundur verður mánadagin 25. februar.