Fríggjadagin byrjaðu sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF (Yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar-, fíggjar-, og KT o.l. fyritøkum).
Á fundi í Vinnuhúsinum seinnapartin fríggjadagin í farnu viku handaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF krøv síni til komandi sáttmálasamráðingar um sáttmálan fyri Elektron. Sáttmálin millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF um Elektron gongur út 1. juni.
Samráðingarleiðari fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag er Marita Rasmussen.
Til ber at lesa meira um mannagongdir o.l. í sambandi við sáttmálasamráðingar her.