Týsdagin 30. mai gjørdu Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF (Yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar-, fíggjar-, KT o.l. fyritøkum) semju um nýggjan sáttmála galdandi fyri Elektron.
Sáttmálin er galdandi í tvey ár, fram til 31. mai 2019. Partarnir samdust um eina lønarhækking á 2,2% 1. árið og 2,3% 2. árið umframt aðrar smávegis broytingar í sáttmálanum. Hetta er sama lønarhækking, sum í hinum semjunum, ið eru gjørdar millum fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum og Føroya Arbeiðsgevarafelag í hesi samráðingarrunduni, sum byrjaði 1. mai 2016.