Krøvini hjá pørtunum til sáttmálan sum gongur út 1. juni 2017 eru handaði.
Á fundi í Vinnuhúsinum mikudagin 17. mai handaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF (Yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar-, fíggjar-, og KT o.l. fyritøkum) krøv síni til komandi sáttmálasamráðingar um sáttmálan fyri Elektron.
Partarnir hittast aftur í vikuni har farið verður undir samráðingarnar.