Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sett ein strategibólk at arbeiða við orku og umhvørvisspurningum og at koma við einum boði uppá, á hvønn hátt orkunýtslan og sostatt CO2 útlátið hjá føroyingum kann minka.
Fyrr í ár skipaði Vinnuhúsið, saman við øðrum, fyri veðurlagsráðstevnuni TACC. Hesin bólkur varð settur ásannandi, at CO2 útlátið skal minka, og at oljuprísurin er sera høgur, og at hetta eru avbjóðingar, sum vinnan má fyrihalda seg til.
Endamálið við arbeiðinum hjá strategibólkinum er
- at fáa eyðmerkt hvørji driv, sum eru innan orkusparing í londunum kring okkum,
- at fáa gjørt eina greining av støðuni í Føroyum,
- umframt at koma við nøkrum tilmælum um, hvussu farast skal fram fyri at minka um orkunýtsluna og sostatt føroyska CO2 útlátið.
Í strategibólkinum sita: Bergur Poulsen, Havsbrún; Magni Arge, Atlantic Airways; Johnny í Grótinum, Føroya Banki; Viberg Sørensen, Føroya Reiðarafelag; Joel undir Leitinum, Samskip; Hákun Djurhuus, SEV; Árni Jakobsen, SMJ og Marita Rasmussen, Vinnuhúsið.
Arbeiðið er farið í gongd, og eftir ætlan verður bólkurin liðugur við arbeiðið í september mánaða.
Annað á breddanum
Ferðavinnan á økisvitjan í Havn
Hósdagin 13. februar skipar Ferðavinnufelagið í tøttum samstarvi við Visit Tórshavn fyri økisvitjan í Havn
27. Januar. 2025 | FerðavinnaReiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya skipara- og navigatørfelag hava handað krøv
Mánadagin 20. januar byrjaðu samráðingarnar fyri skiparar og navigatørar á handilsskipum, tá ið partarnir handaðu hvørjum øðrum krøvini til samráðingarnar um nýggjar sáttmálar fyri handilsskip.
27. Januar. 2025 | SáttmálasamráðingarHvussu nógv fleiri almenn størv kunnu vit bera?
Seinastu trý árini er starvsfólkatalið undir almennum ræði økt við útvið túsund fólkum, meðan tað privata vinnulívið nærum stendur í stað. Hetta er ein álvarsom gongd, tí hvør skal fíggja hetta, og eru vit vís í, at økt almenn starvssetan gevur okkum betri vælferð?
27. Januar. 2025