2 (8)
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskir at samráðast – men hvar eru arbeiðarafeløgini?

30. mai. 2024 | Tíðindi | Sáttmálasamráðingar | Arbeiðsmarknaður

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sagt semingsmanninum frá, at felagið hevur flutt seg, og er til reiðar at samráðast, um mótparturin í trætuni vil gera tað sama. Har er tó eingin at samráðast við.

Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag var púra greið í sínari útmelding til semingsmannin: felagið hevur flutt seg, og ynskir at samráðst, um mótparturin vil gera tað sama.

Samrøðurnar í dag vístu, at arbeiðarafeløgini ikki eru sinnaði at flyta seg, og tískil fer semingsmaðurin ikki at skipa fyri einari semingsroynd, sum annars hevur verið uppá tal.

Føroya Arbeiðsgevarafelag stendur spyrjandi, og heldur tað vera ábyrgdarleyst, at arbeiðarafeløgini ikki eru til reiðar at samráðast. Skal trætan loysast má fyrsta fortreyt vera, at arbeiðarafeløgini eru til reiðar at seta seg við samráðingarborðið og vísa vilja at samráðast.

Um tey framhaldandi ikki vilja tað, hevur Føroya Arbeisðgevarafelag einki boð uppá, hvussu vit sleppa burturúr naggatódnini. Føroya Arbeiðsgevarafelag er tó framhaldandi til reiðar at samráðast, um støðan broytist.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya