11
Føroya Handverksmeistarafelag

Føroya Handverksmeistarafelag hevur aðalfund

07. apríl. 2025 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Fríggjadagin 11. apríl kl. 16 er aðalfundur í Føroya Handverksmeistarafelag

Føroya Handverksmeistarafelag bjóðar øllum limum hjartaliga vælkomnum til árliga aðalfundin, sum verður hildin fríggjadagin 11. apríl kl. 16 í Vinnuhúsinum.

Á skránni eru vanligu aðalfundarevnini sambært lóg felagsins, og harumframt eru limirnir kunnaðir um fleiri viðkomandi og aktuell evni, sum hava týdning fyri handverksvinnuna:

  • Løggilding fyri handverkmeistarar
  • Nýggja ABF-skipanin
  • Rák í yrkisútbúgvingarskipanini

Eftir aðalfundin verður døgurði á Hotel Hilton, har høvi verður at práta saman í hugnaligum umhvørvi. Føroya Handverksmeistarafelag sær fram til ein góðan og gevandi fund og vónar at síggja fleiri av limum felagsins.

Stutt um Føroya Handverksmeistarfelag
Føroya Handverksmeistarafelag arbeiðir fyri umstøðunum og áhugamálunum hjá handverksmeistarum. Felagið vegleiðir limunum í sáttmálaspurningum, byggimálum og útboðum. Føroya Handverksmeistarafelag umboðar øll handverk og arbeiðir fyri at betra um tilgongdina av lærlingum.

Les meira um felagið her.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya