Føroya Handverksmeistarafelag: Hvat kostar ein tunnil?

05. november. 2018 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Landsverk er nú komið við einum kostnaði fyri Dalstunnilin, sum tykist heilt órealistiskt lágur. Tí er neyðugt at fáa at vita, hvat ein tunnil kostar.

Føroya Handverksmeistarafelag ivast stórliga í útsøgnunum og útrokningunum, sum Landsverk ber fram í tíðindunum í sambandi við umrøðuna av kostnaðinum av tunnilsboring við sonevnda tunnilstoyminum og enn hevur Løgmaður ikki viðmerkt málið. Føroya Handverksmeistarafelag roknar ikki við, at samgongan ynskir at brúka milliónir av krónum til í eina verkætlan, uttan at kostnaðurin er útgreinaður væl og virðiliga. Tí er tørvur á at gera sær ómak fyri at fáa væl útgreinað tøl á borðið.

Hvat kann fáast fyri 20 mió. kr. um árið í 3 ár.?

Tað tykist, sum Landsverk bert íroknar kostnaðin av sjálvari boringini uttan alt annað, sum er neyðugt fyri at tunnilin í heila tikið kann nýtast. Eitt nú er neyðugt at gera vegir til og frá tunnlinum. Hetta kann vera heilt upp í ein triðing av samlaða tunnilskostnaðinum.

Harafturat skulu installatiónir gerast til vatn, ljós, bruna o.a., portalar skulu gerast, grót skal koyrast, umframt byggipláss og leiðslukostnaðir til skipan av arbeiðinum, sum hoyrir til tunnilsgerð.

Tað, at Landsverk keypir maskinurnar, merkir ikki at tær ikki skulu gjaldast, men at útreiðslurnar av maskinum ikki verða kostnaðarførdar uppá verkætlanina. Sjálvsagt fær man tunnilin bíligari, um kostnaðurin av útgerðini ikki verður tikin við í tunnilsroknskapin. Sjálvandi eigur eisini hesin kostnaður at verða við.

At pástanda, at 20 mió. kr. um árið í 3 ár rinda fyri ein tunnil, sum sambært upplýsingum frá Landsverk til Løgtingið verður mettur at kosta 230 mió. kr. uppá 3-4 ár. Her er okkurt, sum ikki hongur saman. Um tað veruliga var soleiðis, at Landsverk kundi arbeitt fyri ein triðing av kostnaðinum, sum tað privata ger, bara tí at tey arbeiða frá kl. 8-16, er tað heilt víst, at fyritøkur høvdu gjørt tað sama.

At Landsverk ikki hevur nakað avkastkrav og arbeiðir fyri kostprís, er eitt tankaeksperiment, sum langt síðani er kollsilgt. Skattaborgarin rindar fyri virksemið hjá Landsverki. Og kostprísur hjá Landsverki kann vera munandi hægri enn hjá privatari fyritøku. Tað er ein orsøk til at vit hava privata kapping.

Her mugu tøl á borðið. Hvat liggur í hesari kostnaðarmetingini uppá tilsamans einar 60 mió. kr., sum Landsverk nú er komið fram til? og hvat er hent við metingini uppá 230 mió. kr. sum Landsverk hevur upplýst Løgtinginum at tunnilin kostar?

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L