Føroya Prentsmiðjufelag havt aðalfund

13. oktober. 2008 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Jon Hestoy heldur fram sum formaður.

Týsdagin 7. oktober hevði Føroya Prentsmiðjufelag aðalfund. Fyri vali á aðalfundinum stóðu Jon Hestoy og Sóley Lind. Av hesum stillaði Jon uppaftur og varð afturvaldur. Sóley Lind stillaði ikki uppaftur, og harafturat tók Hjalgrím Samuelsen seg úr nevndini. Í teirra stað vórðu valdir Eirikur Lindenskov og Árni Gregersen.
Í nevndini í Føroya Prentsmiðjufelag sita sostatt Jon Hestoy, Eirikur Lindenskov, Árni Gregersen, Eyðun Húsgarð og Kristoffur Laksá. Nevndin hevur skipað seg við Jon Hestoy sum formanni og Kristoffur Laksá sum næstformanni.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya