Jon Hestoy heldur fram sum formaður.
Mikudagin 18. apríl hevði Føroya Prentsmiðjufelag aðalfund. Fyri vali á aðalfundinum stóðu Gunvá við Keldu og Christian Nagata. Bæði tóku við afturvali og vóru vald.
Í nevndini í Føroya Prentsmiðjufelag sita sostatt Jon Hestoy, Eirikur Lindenskov, Gunvá við Keldu og Christian Nagata. Nevndin hevur skipað seg við Jon Hestoy sum formanni og Gunvá við Keldu sum næstforkvinnu.