Hósdagin 27. apríl skrivaðu Føroya Prentsmiðjufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag undir semju um nýggjan tvey ára sáttmála við Grafiska Yrkisfelagið og Landsfelag Handverkaranna.
Umframt broytingar í starvsaldursásetingini hevur semjan við sær eina lønarhækking, sum 1. mai 2017 er 2,15% og 1. mai 2018 2,3%. Hetta er sama hækking sum í hinum semjunum, ið eru gjørdar millum fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum og Føroya Arbeiðsgevarafelag.