Skærmbillede 2024 04 15 113828
Føroya Ráfiskakeyparafelag

Føroya Ráfiskakeyparafelag: Fiskavirkisskipanin skal aftur á slóðina

15. apríl. 2024 | Tíðindi | Fiskivinna

Tað er neyðugt at fáa fiskavirkisskipanina aftur á beint. Aftur til tað, hon upprunaliga var ætlað til: Eina skipan fyri vanligu flakavirkini.

Tað heldur Føroya Ráfiskakeyparafelag, nú orðaskiftið um fiskavirkisskipanina er kyknað aftur. Enn einaferð hoyrast røddir, sum vilja týdningarmiklu skipanini til lívs. Loysnin er ikki at taka skipanina av. Heldur skal skipanin broytast.

Ætlað vanligum flakavirkjum
Fiskavirkisskipan var upprunaliga ætlað vanligum flakavirkjum, har rávørutilgongdin er skiftandi alt eftir, hvussu fiskiskapurin var. Í dag fevnir skipanin eisini um uppisjóvarvirki, kryvijivirkir og fiskamjølvirkir.

Seinastu árini hava fleiri sett spurning við um tað er rætt, at fiskavirkisskipanin er so breið. Hagtøl vísa eisini, at kryvjivirkini og uppisjóvarvirkini hava fingið meira enn helvtina av útgjøldunum í skipanini árini 2012 til 2022.

Týdningarmikil skipan
Fyri vanligu flakavirkini kring landið, sum í høvuðsheitum virka botnfisk, er fiskavirkisskipanin týdningarmikil. Flakavirkini stríðast støðugt og áhaldandi fyri at halda sítt virksemi í gongd. Við skiftandi fiskiskapi veitir fiskavirkisskipanin teimum trúføstu starvsfólkunum ein tryggleika. Av somu orsøk er tað óðamannaverk at taka skipanina av. Heldur skal skipanin broytast til tað, hon upprunaliga var ætlað til: Eina skipan fyri vanligu flakavirkini.

Annað á breddanum

  1. Aðalfundur í Handilsvinnufelagnum

    Skráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkum felagsins

    22. Apríl. 2025 | Handilsvinna
    IMG 0559 (1)
  2. Eina skipan fyri burturkastøkið

    Gevur tað veruliga meining, at eitt lítið land sum okkara hevur tvær sjálvstøðugar skipanir? Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin at samskipa burturkastskipanina í eina felags skipan

    22. Apríl. 2025
    Affald
  3. Frítíð skal leggjast til rættis í góðari tíð

    Tað er skilagott at leggja ætlanir fyri summarfrítíðina til rættis á arbeiðsplássinum longu nú

    22. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Depositphotos 272277916 Xl