Føroya Ráfiskakeyparafelag: Uppboðssølukravið eigur at verða strikað

04. mars. 2013 | Áskoðan

Í verandi fiskivinnulóggávu er krav um, at um fiskur verður útfluttur óvirkaður av landinum, skal tað skjalprógvast, at hann innan seinastu 7 dagarnar er keyptur á uppboðssølu. Orsøkin til, at hetta kravið varð sett í lóggávuna, var eitt ynski um, at sum minst av óvirkaðum fiski fór av landinum. Nú góð 15 ár eftir at kravið kom, má tað staðfestast, at tað ikki hevur rokkið sínum endamáli. Um hugt verður eftir hagtølunum, sæst einki samband verða millum útflutningsnøgdirnar av óvirkaðum fiski og broytingar í uppboðssølukravinum.

Hinvegin hevur tað víst seg, at skipanin umsitingarliga er tung at reka, bæði fyri vinnuna og fyri tað almenna, og harumframt hevur hon gjørt tað torførari hjá fiskivinnuni á landi at samstarva við veiðuliðið um at betra um góðskuna á ráfiskinum og harvið fáa besta prís. Tað hevur m.a. víst seg, at uppboðssølan ikki klárar at differentiera prísin í mun til góðskuna á ráfiskinum. Kravið virkar harumframt forðandi fyri, at virki og fiskifør kunnu gera langtíðaravtalur um prís og góðsku á landaða ráfiskinum.

Føroya Ráfiskakeyparafelag, sum var eitt av feløgunum, sum tók undir við uppboðssølukravinum, tá tað var sett í gildi, má nú 15 ár seinni staðfesta, at tað besta fyri fiskivinnuna sum heild er at seta uppboðssølukravið úr gildi aftur. Tað verður ikki mett at hava nevniverdar avleiðingar fyri atgongdina hjá føroyskum fiskavirkjum at fáa hendur á rávøruni, um uppboðssølukravið verður strikað. Felagið tekur tí undir við ætlanunum hjá Jacob Vestergaard, Fiskimálaráðharra, á hesum øki. Nevnast kann eisini, at Fiskivinnuráðið sjálvt hevur tikið henda spurning upp, og at breið undirtøka hevur verið fyri at strika uppboðssølukravið.

Hetta merkir tó ikki, at Ráfiskakeyparafelagið er ímóti at hava eina uppboðssøluskipan fyri fisk. Tað eigur tó at vera ein avgerð hjá seljaranum, um hann ynskir at selja umvegis uppboðssøluna ella beinleiðis til virkini.

Um ynski er um at tryggja, at sum mest av fiski verður landaður í Føroyum, er tað møguliga ein gongd leið í staðin at seta í gildi eitt landingarkrav í Føroyum fyri fisk veiddan av føroyskum skipum undir Føroyum og í mun til sínámillum fiskiveiðusáttmálar við onnur lond.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya