Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Reiðarafelag hava gjørt avtalu um, at Føroya Reiðarafelag skal húsast í Vinnuhúsinum.
Í sambandi við at Føroya Reiðarafelag hevur sett Herálv Joensen sum stjóra, hevur felagið gjørt avtalu við Føroya Arbeiðsgevarafelag um, at tað skal halda til í Vinnuhúsinum saman við restini av arbeiðsgevarafeløgunum á privata arbeiðsmarknaðinum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at Føroya Reiðarafelag hevur tikið stig til hetta og gleðir seg til, at feløgini við tíðini fáa eitt tættari samstarv.
1. mai byrjaði Herálvur Joensen sum stjóri í Reiðarafelagnum, og Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskir honum hjartaliga til lukku og góða eydnu við starvinum.