ES er okkara týdningarmiklasti útflutningsmarknaður, og tað er á hesum marknaði, at kappingarførið hjá Føroyskum vinnulívið stendur sína roynd. Tað er tískil altavgerandi, at fyritreytirnar at reka vinnulív í Føroyum eru kappingarførar við fyritreytirnar í ES og grannalondunum annars.
Hetta merkir, at
marknaðaratgongdin til ES-marknaðin má verða so góð sum yvirhøvur gjørligt fyri føroyskar vørur, umframt at føroyskt vinnulív má hava
atgongd til arbeiðsmegi á líka fóti við kappingarneytarnar, sum fyrst og fremst eru londini, sum framleiða somu útflutningsvørurnar, sum vit (t.e. Ísland og Norra umframt ES- limalondini).
Vinnuhúsið hevur havt umboð í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt nýggju ES-frágreiðingina. Í sambandi við hetta arbeiði sendi Vinnuhúsið øllum vinnufeløgum skriv, har heitt hevur verið á feløgini at svara uppá, hvønn tørv vinnan hevur á tættari samstarvi við ES, bæði uppá styttri og longri sikt.
Somuleiðis hevur fundur verið, har feløgini saman hava havt møguleika at kjakast um tørvin hvør hjá øðrum.
Samlaðu niðurstøðurnar frá vinnuni liggja sum fylgiskjal 2 í frágreiðingini “ Føroya og ES – møguleikar og avbjóðingar í framtíðar samstarvi”, sum kann lesast á heimasíðuni
www.ur.fo.
Høvuðsavbjóðingarnar, vinnan hevur, eru atgongd til arbeiðsmegi og marknaðaratgongd.
Onnur viðurskifti, sum eisni eru umrødd, eru: rætturin til at etablera virkir, tænastur, atgongd til ES-grunnar, umframt annað, m.a. kravið um føroyskan keikant í føroysku oljulóggávuni og hvussu hetta verður um annað tilknýtið til ES enn tað vit hava nú, verður valt.
ES-frágreiðingin vísir á, at eitt tættari tilknýtið til ES, t.d. limaskapur, fer at leggja stórar fyrisitingarligar byrðar á føroyska samfelagið. Hetta er ein spurningur, sum eigur at verða væl umrøddur, tí lítið er at ivast í, at hetta hevði verið ein stór avbjóðing fyri føroyska samfelagið sum heild.
Atgongd til arbeiðsmegi
Føroyska arbeiðsmegin er sera mobil og flytir seg lættliga. Tað merkir, at vanliga er støðan tann, at tað er ein einvegis ferðsla av arbeiðsmegi av landinum, men torført er at fáa arbeiðsmegi til landið. Avleiðingin fyri vinnuna er hægri kostnaðarstøði á arbeiðsmegini. Tað er alneyðugt við atgongd til arbeiðsmegi fyri at fáa størri fleksibilitet í vinnuni og minni trýst á arbeiðsmegini. Hetta er einasti máti at halda kostnaðarstøðinum niðri og kappingarførinum uppi.
Marknaðaratgongd
Dumpingákærurnar, sum alivinnan hevur verið útsett fyri frá ES, eru ógvuliga kostnaðarmiklar umframt tíðarkrevjandi fyri alivinnuna. Hetta vil alivinnan sleppa undan. Royndirnar frá undanfarnum dumpingmálum eru, at verða norðmenn ákærdir fyri dumping, so verður føroyska alivinnnan tikin við í ákærurnar. At norska alivinnan aftur kann ákærast fyri dumping er ikki óhugsandi, tí norðmenn er heimsins størstu alarar, og vøksturin í norksu framleiðsluni er stórur. Norðmenn hava ætlanir um at veksa 8% um árið og framleiðslunøgdin táttar í 1. mio tons.
Um so er, at alivinnan verður ákærd og funnin sek í dumping, kann hetta hava óbótaliga skaða fyri vinnugreinina, umframt stórliga ávirka føroyska útflutningin og harvið føroyska samfelagið.
At Føroyar í handilssáttmálanum við ES hava ein sokallaða positivlista yvir vørur, sum kunnu útflytast uttan toll ella undir eini kvotu, metir vinnan vera sera óheppið og avmarkandi fyri menningina av útflutningsvinnuni. Miðað eigur at verða eftir heldur at fáa ein negativlista.
Viðvíkjandi atgongd til rávøru hevði føroyskur ídnaður, um Føroyar var limur í ES, fingið somu møguleikar at virka triðjalandsfisk og útflyta hann til ES marknaðin, sum ES fyritøkur hava. Hetta kundi veri við til at stabilisera føroyska fiskiídnaðin.
Sum heild hevur vinnan ikki nakað sterkt ynski um ella tørv á at fáa tættari tilknýti til ES – sum so. Flestu trupulleikarnir eru av handilsligum karakteri, og tað kundi tí verið ein gongd leið, at Føroyar fingu t.d. eina tollsamgongu við ES.