Føroyar høgan kapitalvinningsskatt í mun til onnur lond

12. november. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Greining av kapitalvinningsskatti í OECD og BRIK londunum vísir, at miðal kapitalvinningsskatturin í OECD londunum er 16,4%. Føroyski kapitalvinningsskatturin er 37%.

Ein greining av kapitalvinningskattingini av partabrøvum í OECD og BRIK londunun vísir, at Danmark krevur hevur hægsta skatt, tá tað kemur til vinning í sambandi við sølu av partabrøvum. Miðal í OECD liggur á 16,4 prosent, meðan tilsvarandi skatturin í Danmark liggur á 42 prosent, tá tað er hægst. Næst ovast á listanum liggur Frakland við 32,5 prosentum, Finnland við 32 prosentum, Svøríki við 30 prosentum, Írland við 30% og Norra við 28 prosentum.

Føroyar eru ikki við í kanningini, men sambært kapitalvinningsskattalógini er føroyski kapitalvinningsskatturin 37 prosent í 2012.

Tann evropæiski tjóðbankin hevur fyrr víst á, at ein lækking í hesum skattum er í flestu førum sjálvfíggjandi. Hetta kemst av, at ein lækking í kapitalvinningsskattið økjur um íløgu hugin, produktivitetin og harvið eisini vælstandin.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í fleiri umførum gjørt vart við, at kapitalvinningsskatturin eigur at  lækkast. Hetta varð seinast gjørt í vinnusjónarmiðum “koyri so á motorin”, sum var útgivin í 2011 (Kelda: www.cepos.dk).

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya