Føroyar missa kappingarføri av vantandi marknaðaratgongd

02. juni. 2014 | Áskoðan

Í ársfrágreiðingini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, vísir nevndin á, at Føroyar í alsamt størri mun gerast eftirbátur, tá tað ræður um marknaðaratgongd fyri okkara vørur - serliga fiskavørur.

Støðan kann sammetast við eina kapping í 100 m renning, har kappingarneytarnir sleppa at renna 10-20 metrar, áðrenn føroyski rennarin sleppur at byrja. Og í summum kappingum sleppur hann als ikki at stilla upp.

Meðan fleiri av okkara grannalondum og kappingarneytum fáa alsamt betri marknaðaratgongd fyri teirra vørur, er gongdin tann øvugta, tá tað snýr seg um føroyskar fiskavørur.

Føroyar útflyta alsamt meira til marknaðir uttanfyri Evropa, men útgangsstøðið fyri at kappast á hesum marknaðum er sum heild ikki gott. Orsøkin er lutvíst, at neyðugu heilsufrøðiligu avtalurnar ikki eru uppá pláss, men eisini at handilsavtalur vanta.

Fyri tað fyrsta eru tað fleiri av okkara kappingarneytum, sum hava fingið fríhandilsavtalur við lond, har føroyskar fyritøkur framvegis skulu rinda toll. Sum dømi kann nevnast, at EFTA-londini hava fríhandilsavtalu við Turkaland, og at Ísland nýliga hevur fingið fríhandilsavtalu við Kina. Á hesum marknaðum verður tollur goldin fyri føroyskar fiskavørur, og tað verður tí sera torført at kappast, og í summum førum ómøguligt.

Fyri tað næsta eru tað áhugaverdir marknaðir, sum eru heilt stongdir fyri føroyskar fiskavørur, tí neyðugar heilsufrøðiligar avtalur ikki eru komnar uppá pláss. Sum dømi kann nevnast, at samstundis sum Noreg brúkar nógva orku uppá at marknaðarføra norskar fiskavørur í Brasil, er hesin marknaður heilt stongdur fyri føroyskar fiskavørur.

Tað sigur seg sjálvt, at hetta er kapping við sera ójøvnum fortreytum, og hetta ger Føroyar fátakari enn tær kundu verið.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur spurt seg fyri hjá limafyritøkum, ið útflyta fiskavørur, hvørjir marknaðir serliga eru áhugaverdir fyri teirra fyritøku at bjóða seg fram á. Svarini benda á, at áhugi er fyri fleiri marknaðum, men at marknaðaratgongdin til marknaðirnar  er so mikið vánalig, at tað ikki ber til at útflyta til hesi lond.

Fyritøkurnar vísa m.a. á, at Turkaland, Brasil og Australia eru áhugaverdir marknaðir fyri føroyskar fiskavørur. Men undir verandi umstøðum ber ikki til at selja til hesar marknaðir, partvíst orsakað av hægri tolli enn hjá kappingarneytunum, og partvíst orsakað av vantandi heilsufrøðiligum avtalum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at landsstýrið og Løgtingið eru í holt við at leggja teirra ábyrgd fyri at skapa karmar fyri føroyskum vøruútflutningi frá sær. Hetta heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag als ikki vera í lagi. Tað er ein spurningur um at tryggja føroyskum útflutningi møguleikan at selja fiskavørur á best gjaldandi marknaðunum, bæði nú og framyvir.

Heldur enn at taka hesa uppgávu í álvara og raðfesta hetta økið, verður brúkt størri orka uppá at kjakast um, hvør skal gjalda fyri neyðugar eftirlitsvitjanir úr teimum londum, sum áhugi er fyri at útflyta til.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað verða neyðugt at raðfesta hetta økið munandi hægri enn í dag. Um myndugleikarnir ikki megna hetta, mugu myndugleikarnir viðgera spurningin, um Føroyar hava møguleika fyri at gerast partur av felagsskapi ella skipan, har handilsavtalur v.m. verða gjørdar okkara vegna. Verandi støða, har Føroyar gerast alt størri eftirbátur í marknaðaratgongdini til vakstararmarknaðirnar er ikki haldgóð í longdini.

Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at fokus beinanvegin verður sett á at fáa marknaðaratgongd fyri føroyskar fiskavørur, herundir bæði handilsavtalur og heilsufrøðiligar avtalur. Mælt verður til at fáa í lag:

  • At komið verður á mál við fríhandilsavtalu við Russland, Hvítarussland og Kazakstan

  • Fríhandilsavtalu við Kina og Turkaland

  • Heilsufrøðuligar avtalur við Brasil og Australia

  • At neyðug fíggjarorka verður sett av til økið

Les meira í ársfrágreiðingini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag her.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L