Føroyar næstfremst í EBG

07. juli. 2008 | Tíðindi | Útbúgving og gransking

Endakappingin í European Business Games (EBG) varð í farnu viku hildin í Bolzano í Suðurtyrol.

Føroyar vórðu umboðaðar av 5 næmingum úr Tekniska Skúla í Klaksvík, sum løgdu sína virkisætlan fram í kapping við bólkar úr 9 øðrum londum. Vinnari av kappingini gjørdist ein bólkur úr Danmark, føroyski bólkurin gjørdist nummar 2 og ein bólkur úr Skotlandi gjørdist nummar 3.
Hugskotið hjá føroyska bólkinum var eitt virki nevnt C-Secure. Hetta virki hevur ment ein bjargingarvest, sum í mun til verandi bjargingarbelti er lættari at koma í. Fyrimunurin við nýggja vestinum er m.a., at tíðin, tann neyðstaddi liggur í sjónum, er styttri enn við vanliga bjargingarbeltinum.
Luttakandi bólkarnir í ár vóru úr Suðurtyrol, Slovakia, Kroatia, Kekkia, Danmark, Grønlandi, Føroyum, Skotlandi, Frankaríki og Italia.
Næmingarnir í føroyska bólkinum vóru: Jógvan Sámal Poulsen, Evald Johannesen, Bergur I. Johansen, Jón Kámar Joensen og Súsanna Joensen.

Annað á breddanum

  1. Nýggj kanning av marknaðaratgongd fyri føroyskar vørur og tænastur

    Føroyskar fiskaútflutningsfyritøkur eftirlýsa betri marknaðaratgongd tollmessiga og veterinert á fleiri áhugaverdum marknaðum. Føroyskir útflytarar av tænastum eftirlýsa fleiri tvískattasáttmálar

    01. Juli. 2024
    Depositphotos 442622378 L
  2. Hvør skal hava heiðurin sum Vinnuátakið 2024?

    Á árliga Vinnudegnum velur ein dómsnevnd á hvørjum ári Ársins Virki og Ársins Vinnuátak. Hetta er eisini ætlanin at gera í ár.

    25. Juni. 2024 | Almenn tíðindi
    VINNUÁTAKIÐ 2024
  3. Greining: Útlendsku starvsfólkini stóran búskaparligan týdning

    Nýggj búskaparlig greining vísir, at útlendsk starvsfólk hava stóran týdning fyri føroyska búskapin. Lutfalsliga stórur partur av útlendingunum koma til Føroya í arbeiðsørindum, og tað er eisini við til at økja um positivu ávirkanina á búskapin

    24. Juni. 2024 | Almenn tíðindi
    Timburmadur