Føroyingar væl móttiknir í Grønlandi

17. apríl. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroysku vinnulívsfólkini á ferð í Grønlandi við løgmanni á odda komu í gjár til grønlendska høvuðsstaðin Nuuk. Móttøkan í Grønlandi er góð, og stórur áhugi er millum grønlendarar fyri at hoyra um royndir hjá føroyingum í sambandi við ráevnisvinnu, og um samstarvsmøguleikar við føroyingar.

Ávegis til Grønlands varð mánadagin steðgað á í Íslandi har føroyska ferðaliðið vitjaði aluminiumssmeltivirkið Alcoa á Reyðafjørðinum, har ferðaliðið fekk góða og áhugaverda kunning um virksemi hjá Alcoa og rundferð á virkinum.

Í Reykjavík varð eisini vitjað í tryggingarfelagnum Vørður, sum BankNordik eigur.

Í gjár, týsdagin, byrjaði føroyska ferðaliðið við at møtast í hølunum hjá BankNordik í Nuuk. Her kunnaðu Bjartur Nolsøe, leiðari hjá BankNordik í Grønlandi, og Edward Niclasen, eigari og stjóri á Nuuk Transport, føroysku luttakararnar um, hvørji atlit eru neyðug at taka, um ætlanir eru um at verða virkin á grønlendska marknaðinum. Eisini segði Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS, nøkur orð um, hvussu skattaviðurskiftini eru millum Føroyar og Grønland.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya