Seinastu árini hava flest allar vinnugreinar merkt afturgongd, men serliga byggivinnan hevur verið fyri stórum afturstigi. Ábendingar eru nú um, at gongd er komin á aftur og seinastu tíðina eru umleið 100 størv løgd afturat í hesi vinnu.
Byggivinnan er ein vinnugrein, har tørvur er á starvsfólki við útbúgving. Talan er bæði um handverkarar, men eisini um størv til starvsfólk við hægri útbúgving, og gevur hetta møguleikar til útbúgvið fólk í Føroyum og uttanlands. Fortreytin er tó, at hugburðurin broytist soleiðis, at tað verður ein fyrimunur heldur enn ein vansi at vera ein føroysk fyritøka.
Royndirnar seinastu árini vísa, at tað ikki altíð er ein fyrimunur at vera ein føroysk fyritøka. Byggiharrar hava havt sera góðan hug at tekkjast útlendskum fyritøkum heldur enn teimum føroysku, og dømini um hetta eru fleiri. Nevnast kann útboðið av Biskupstorgi í Klaksvík, har alt varð lagt til rættis soleiðis, at tað skuldi vera lætt hjá útlendskum fyritøkum at halda seg framat. Tað vísti seg tó, at tað var ein føroysk fyritøka, sum fekk arbeiðið. Hetta ein staðfesting av, at føroyskar fyritøkur eru kappingarførar.
Sigast skal, at politiska skipanin hevur staðið sína roynd seinastu árini, og signalini frá løgtinginum um, at leggjast skal soleiðis til rættis, at føroyskar fyritøkur í byggivinnuni skulu hava javnbjóðis møguleikar, hava hjálpt nakað uppá støðuna, og er hetta gongda leiðin.
Hollar royndir á heimamarknaðinum eru oftast ein fyritreyt fyri menning av vinnugreinum. Um byggivinnuni skal eydnast á útlendskum marknaðum, er neyðugt at kunna vísa á, hvørjar stórar verkætlanir fyritøkan hevur loyst á heimamarknaðinum. Tí hevur føroyski byggiharrin ikki álit á føroysku byggivinnuni, hvussu skal ein útlendskur byggiharri so hava tað?
Nýggjasti spælarin í byggivinnuni, Bústaðir, hevur fleiri ferðir ført fram, at føroyska byggivinnan ikki er kappingarfør, og at føroyskar fyritøkur ótálmaðar sleppa at skrúva prísin upp, tá tað almenna byggir.
Hesar útsagnir heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag vera skeivar og ódámligar. Úrslitið av útbjóðingini av Biskupstorgi vísir, at útsagnirnar hjá Bústøðum vóru ógrundaðar. Royndirnar vísa, at tá útboð eru í Føroyum, eru tað føroyskar fyritøkur, sum vinna útboðini, heldur enn tær útlendsku. Hetta gevur eina ábending um, at tað eru onnur viðurskifti enn tey, sum Bústaðir bera fram, sum ávirka prísin.
Um hugt verður eftir miðal avkastinum í byggivinnuni yvir eitt áramál, er tað prógv um, at føroyskar byggifyritøkur ikki skrúva nakran prís upp.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at Bústaðir heldur skuldi hugt eftir, um leisturin, felagið hevur lagt fyri at útvega føroyingum leigubústaðir, er tann rætti, og um felagið røkkur sínum endamálum við hesum leistinum.
Politiska skipanin hevur ásannað, at avbjóðingar eru við atgongd til arbeiðsmegi, serliga handverkarum, og tí eru broytingar gjørdar í útlendingalóggávuni. Hetta er eitt gott stig á leiðini, men hetta átakið einsamalt hjálpir ikki uppá trupulleikan. Stórur partur av teimum, sum vanta í føroysku vinnuni arbeiða í grannalondunum.
Orsøkin til, at føroyska arbeiðsmegin velur at arbeiða uttanlands heldur enn í Føroyum, er, at tað skattliga loysir seg betri. Hetta er ikki haldført í longdini, og Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað vera neyðugt, at skattligu viðurskiftini hjá føroyingum, sum arbeiða í Føroyum, verða javnsett við skattligu viðurskiftini hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands. Verður hetta gjørt, átti tað ikki at verið nakar trupulleiki hjá føroysku vinnuni at kappast um hesa arbeiðsmegina.
Hetta hevði eisini gjørt tað føroyska samfelagið meira lokkandi at flyta til. Politiski myndugleikin hevur gjørt eina frágreiðing um tilflyting og fólkavøkstur, og tað eigur at verða raðfest at gera tað meira lokkandi hjá væl útbúnum føroyingum at koma heimaftur. Har er skattlig javnseting eitt týdningarmikið átak at fáa gjørt beinanvegin.
Eisini er neyðugt, at vit hava greiðar reglur og avtalugrundarlag, sum er við til at skapa støðugar karmar kring vinnugreinina. Í Føroyum hava vit lisitatiónslógina, sum er lógarverkið, og ABF 06, sum er standard avtalugrundarlagið og karmurin um virksemið.
Tað er alneyðugt, at byggiharrar og byggivinnan virða hesar karmar og leggja soleiðis til rættis, at gjøgnumskygni og virðing fyri leiklutinum hjá hvørjum øðrum ræður, tá útboð eru, avtalur verða gjørdar, og somuleiðis tá ósemjur eru.
Tað hendir tíverri alt ov ofta, at byggiharrar, eisini stórir byggiharrar, ikki virða hesar spælireglur í sambandi við útboð og sáttmálagerð.
”Man ger soleiðis í Danmark” er ofta at hoyra. Tíverri verður ikki kannað, hvørjar avleiðingar tað hevur haft í hesum londum, sum vit brúka sum fyrimynd. Byggivinnan í Danmark er t.d. druknað í umsitingarkostnaðum, og framleidnið í byggivinnuni er fallið munandi. Donsku vinnugreinafeløgini, bæði innan ráðgevara-vinnu og handverksvinnu, hava ásannað hetta, og tey ávara okkum staðiðliga ímóti at gera somu mistøk, sum tey hava gjørt.
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir samanumtikið til:
- At almennu byggiharrarnir eru tilvitaðir um at bjóða út á ein hátt, soleiðis at føroysk byggi- og ráðgevaravinna kann menna sínar førleikar uppaftur meira.
- At hildið verður fast um at menna verandi lóggávu og avtalugrundarlag í byggivinnuni út frá einum leisti, sum er lagaður til viðurskiftini í Føroyum
- At skattligu viðurskiftini hjá føroyingum, sum arbeiða í Føroyum, verða javnsett við skattligu viðurskiftini hjá føroyingum, sum arbeiða í uttanlands
- At Bústaðir skulu umhugsa leistin fyri at útvega leigubústaðir til føroyingar av nýggjum
Les meira í ársfrágreiðingini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag her.