Føroysk lesandi ynskja at skriva verkætlanir um føroyska vinnulívið

06. januar. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Mánadagin 30. desember var árliga tiltakið Jobmatch í Østrøm, og fleiri enn 400 vitjandi høvdu leitað sær oman á Østrøm. Jobmatch er staðið, har lesandi og umboð frá luttakandi fyritøkum hittast, fyri at tosa um starvsmøguleilar og virksemið í føroysku vinnuni.

Vinnuhúsið luttók á Jobmatch, har vit vístu á heimasíðuna leinkjan.fo. Nógv fólk komu framvið básinum hjá Vinnuhúsinum, og áhugin fyri leinkjuni var stórur. Fleiri lesandi vístu áhuga í at fara undir størri verkætlanir, sum snúgva seg um føroyskar fyritøkur og føroysk viðurskifti.

Um kvøldið var kvøldseta við kjakfundi, har evnið var, hvussu vit skapa fólkavøkstur í Føroyum. Eitt nú greiddi Árni Olsen frá, hvussu hann hevði skapt sítt starv, tá hann kom heim eftir loknan lestur í útheiminum. Umleið 100 fólk luttóku til kvøldsetanina.

www.leinkjan.fo

Leinkjan er heimasíða, sum verður rikin av Vinnuhúsinum. Á leinkjuni kunnu fyritøkur skráseta verkætlanir til føroysk lesandi at nýta sum part av útbúgving síni. Lesandi kunnu eisini skráseta seg á leinkuni, so at fyritøkur síggja hvørjir føroyingar lesa ymiskar útbúgvingar. Endamálið er at skapa samband millum føroyskar fyritøkur og føroyingar undir útbúgving. Fá meira at vita á www.leinkjan.fo.

            

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya