"Føroysk ráðgeving" á fjórða sinni

06. januar. 2020 | Tíðindi | Ráðgevaravinna

Á fjórða sinni gevur Ráðgevarafelagið, sum er felagið hjá ráðgevandi arkitekta-, verkfrøðinga- og byggifrøðifyritøkunum í føroysku byggivinnuni, út nýtt ársrit. Ritið kallast ”Føroysk Ráðgeving” og er 44 síður til støddar.

Í ritinum eru m.a. greinir um bústaðarbygging, nýggja bygningin hjá Tórshavnar Musikkskúla, varðveitingararbeiðið í sambandi við hvalastøðina við Áir, nýggju brúnna um Fossá í Vestmanna og ráðgevaraarbeiðið í Eysturoyartunlinum.

Eisini eru í blaðnum vangamyndir av Eyður Pálsdóttir, sum las til arkitekt í Kina, og Erlu Áarberg Joensen, sum lesur til byggifrøðing.

Nógv kjak hevur verið um bústaðarbygging seinnu árini, og í summum førum hava íbúðarfeløg og kommunalir myndugleikar verið ósamdir um, hvussu farast skal fram. Um hetta sigur formaðurin í

Ráðgevarafelagnum, Selmar Nielsen, m.a.:

- Hugsa vit okkum ikki um, kunnu vit seta varðar eftir okkum, vit ikki verða errin av. Bústaðarøki skulu umhugsast væl, so tey tryggja trivnaðin hjá borgarunum. Vit kunnu ikki skapa økir, har ongin tímir at búgva.

Eyður Pálsdóttir ætlaði upprunaliga at lesa til løgfrøðing, men hálsaði um og fór til Ningbo í Kina at lesa til arkitekt. Stigið var ikki so ræðandi at taka, tí á University of Nottingham í Ningbo var spennandi altjóða umhvørvi.

- Eru vit stødd í Føroyum, leingist okkum ofta eftir at sleppa uttanlands, og eru vit uttanlands, leingist okkum altíð eftir at sleppa heim, sigur Eyður Pálsdóttir, sum ikki enn hevur gjørt av, hvar hon fer at starvast eftir lokna útbúgving.

Hjólini mala skjótt í samfelagnum í løtuni, og tá so er, stendur hugurin oftast til at byggja nýtt. Eitt av undantøkunum er varðveitingararbeiðið við Áir.

Væl er komið áleiðis at endurreisa hvalastøðina við Áir frá 1905. Niðurbræðingin er steðgað, bygningar eru umvældir, og gamli plánurin, har stórhvalur varð skorin upp, er sum nýggjur.

Góða gongdin í samfelagnum sæst eisini aftur í ráðgevaravinnuni. Í 2012 veitti vinnan landi, kommunum og tí privata tænastur fyri 81 mió. kr. Í 2018 var hetta talið 170 mió. kr.

Nýggja ársritið hjá Ráðgevarafelagnum verður sent viðkomandi viðskiftafólkum við postinum og sæst eisini her í teldutøkari útgávu. Grafikmaster hjá Kára við Rættará hevur sett upp og umbrotið, og skrivað og ritstjórnað hevur Uni Arge, journalistur.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L