Triðja árið á rað gevur Ráðgevarafelagið, sum er felagið hjá ráðgevandi arkitekta-, verkfrøðinga- og byggifrøðifyritøkunum í føroysku byggivinnuni, út nýtt ársrit. Ritið kallast ”Føroysk Ráðgeving” og er 40 síður til støddar.
Í ritinum eru m.a. greinir um búskapargongd, bústaðarneyð, trygdareftirlit, nýbyggingar og gongdina í ráðgevaravinnuni. Í grein um búskapargongdina mælir formaðurin í felagnum, Selmar Nielsen, til umhugsni næstu árini.
”Stórt trýst er á politikarar at útbyggja samfelagið á fleiri økjum. Trýstið kann hava við sær, at skeivar avgerðir verða tiknar, og tí krevst, at allar góðar kreftir seta seg saman at umhugsa, hvussu samfelagið skal byggjast út,” sigur hann.
Heidi Poulsen, arkitektur, nevnir í aðrari grein, at bústaðarneyðin kann elva til, at lappaloysnir verða framdar á bústaðarmarknaðinum. Tann góði bústaðurin er karmur um tað góða lívið, og tí er umráðandi, at bústaðir verða bygdir at fremja lívsgóðsku og styðja upp undir felagslív, sigur hon.
Á byggiplássum eru ofta stórir trygdarvandar, og tí er umráðandi, at trygdarsamskipanin er í lagi. Hesum syrgja serútbúnir trygdarsamskiparar fyri. Tveir teirra siga í blaðnum, at søguliga hevur tilvitanin um heilsu, trygd og umhvørvi ikki verið nóg stór, men tann støðan er batnað. Tó eru avbjóðingar.
Greinir eru eisini um virðislønarlønta býráðshúsið í Norðragøtu, útbyggingina á Landssjúkrahúsinum og hotellini, sum verða bygd í Havn. Í yvirliti yvir gongdina í ráðgevaravinnuni sæst, at vinnan veitir kommununum munandi fleiri tænastur enn landinum og tí privata sektorinum.
Nýggja ársritið hjá Ráðgevarafelagnum verður sent øllum viðkomandi viðskiftafólkum við postinum og sæst eisini her í teldutøkari útgávu. Grafikmaster hjá Kára við Rættará hevur sett upp og umbrotið, og skrivað og ritstjórnað saman við nevndini hevur Uni Arge, journalistur.