Tað er ikki einans í Føroyum, at fyritøkurnar hava torført við at fáa til vega faklærda og væl útbúna arbeiðsmegi við røttu førleikunum. Nú ætlar danska stjórnin at seta í verk eina skipan um útlendska arbeiðsmegi, ið líkist tí føroysku, men sum tó umfatar allan arbeiðsmarknaðin.
Eisini í Danmark hava fyritøkurnar trupult við at manna ávís størv við røttu starvsfólkunum. Ein kanning vísur, at Danmark liggur á einum 19. plássi av OECD londunum, tá tað snýr seg um draga at sær og halda fast í væl útbúnari útlendskari arbeiðsmegi.
Ráðharrin fyri arbeiðsmarknaðarmál, Mette Frederiksen, hevur nú boðað frá, at tiltøk verða sett í verk fyri at bøta um møguleikarnar hjá donsku fyritøkunum at fáa útlendsk starvsfólk við røttu førleikunum. Ætlanin er at seta í verk eina skipan, har fyritøkurnar verða góðkendar frammanundan til at seta útlendsk starvsfólk í starv, hóast arbeiðs- og uppihaldsloyvið ikki er komið endaliga uppá pláss enn. Hetta er júst sama skipan, sum Løgtingið hevur samtykt skal vera galdandi fyri faklærda arbeiðsmegi í føroysku byggivinnuni, nú arbeiðsloysið er lægri enn 6%. Eftir tí sum er komið fram, ætla danir tó ikki, at teirra skipan skal avmarkast til ávísar vinnugreinar, ella at skipanin skal tengjast at einum ávísum arbeiðsloysisprosenti.
Onnur tiltøk, sum ætlanin er at seta í verk í Danmark, eru betri altjóða skúlar fyri børn hjá útlendingum og lættari atgongd fyri útlendskum íverksetarum.
Kelda: DI