Landsstýrið hevur gjørt av at seta undantakið fyri ES-arbeiðsmegi í útlendingalógini úr gildið aftur, nú arbeiðsloysi í Føroyum hevur verið omanfyri 3,5% í tríggjar mánaðir, uttan at gera sær greitt, hvussu undantakið kann koma í aftur gildi.
Føroyskt vinnulív hevur ongan góðan í landsstýrinum. Hetta ásannar Føroya Arbeiðsgevarafelag nú undantakið fyri ES-borgarar verður sett úr gildið aftur. Hetta er ótrúligt og vísir, hvussu lítla virðing, forstáilsi og hvussu lítlan týdning tey, sum ráða, meta vinnuna hava.
Ikki tí Uttanlandsnevndin er júst farin til Geneve at kunna seg um, hvussu EFTA-tingnevndirnar arbeiða og landsstýrið hevur sett bólk at kanna eftir á hvønn hátt Føroyar kunnu nærkast ES. Spurningurin er, hvat endamálið er við hesum? Tað vísir seg í hvussu so er ikki í praksis at hava nakra ávirkan á, hvussu mál verða handfarin politiskt.
Margháttligt, hvussu landsstýrið við vinstru hond vil nærkast altjóða samfelagnum, meðan tað við høgru hond arbeiðir fyri at avmarka møguleikarnar hjá føroyskari vinnu.
Í samgonguskjalinum stendur, at ætlanin er at yvirtaka útlendingaøkið frá dønum. Føroya Arbeiðsgevarafelag kundi tí hugsa sær at spurt, hvat endamálið er við at yvirtaka útlendingalógina? Verður roknað við at tá verður javnvág í møguleikunum hjá útlendingum at koma hendavegin at arbeiða eins og tað er hjá føroyingum at fara aðrastaðni at arbeiða?
At útlendingalógin verður yvirtikin merkir tað, at Føroyar so skal gera avtalu við ES um ta eina av teimum fýra frælsunum, nevniliga frælsi fyri persónar? Og verður roknað við at avtala fæst við ES um hetta?
Áhugavert hevði eisini verið at fingið eina ábending um nær hesar samráðingar væntast at verða lidnar!
Tað er heilt greitt, at føroysk vinna í mong ár hevur liðið undir, at arbeiðsmegi ikki hevur verið tøk. Tað hevur gjørt, at fyritøkurnar ikki hava havt høvið til at styrkt seg fíggjarliga, tá búskapurin vaks. Manglandi atgongd til arbeiðsmegi er sostatt ein tann størsta forðingin fyri, menning av føroyskum vinnulívi. Fyritøkur tora rætt og slætt ikki at spenna seg út, m.a. á útlendskum marknaðum, við at senda roynd starvsfólk av landinum at loysa avbjóðandi uppgávur, tí vandi altíð er fyri ikki at fáa tøku arbeiðsmegina til at loysa uppgávur á heimamarknaðinum.
Niðurstøðan hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag er, at Føroya Landsstýrið ikki veit, hvørjar fortreytir eru neyðugar fyri, at føroyskt vinnulív kann mennast.