Føroyska Corona-strategiin má vera langtíðarhaldfør

06. mai. 2020 | Áskoðan

Um føroyska corona-strategiin skal halda uppá longri sikt, er neyðugt at taka breiðari atlit. Vit mugu hava búskaparligu og vinnuligu atlitini meira við.

Tá corona-kreppan rakti Føroyar, vóru tað fyrstu tíðina einans heilsufaklig atlit sum avgjørdu, hvørji tiltøk, myndugleikarnir settu í verk.

Hetta var púra náttúrligt, tí vit vistu ikki nóg mikið um hesa nýggju umfarssótt. Tað snúði seg um at avmarka smittuna fyri ein hvønn prís. Og tað hevur riggað so mikið væl, at smittan nú er niðurbard í Føroyum.

Corona-tiltøkini mugu hava atlit til føroyska búskapin

Partvíst at lata samfelagið aftur kann virka uppá stutt sikt, men er ikki ein langtíðarhaldfør strategi. Ein langtíðarhaldfør strategi má viga heilsufaklig atlit upp ímóti øðrum atlitum, eitt nú búskap og bleytari virðum sum lívsinnihald hjá fólki. Tí fólk vilja ikki bara yvirliva, tey vilja eisini liva.

Tað er torført at skilja, at tað gongur seinni at lata samfelagið Føroyar upp aftur enn tað ger í fleiri av okkara grannalondum, sum hava eina verri smittustøðu, enn vit hava í Føroyum. Einasta frágreiðing, sum virkar skillig er tann, at tað framvegis eru tey heilsufakligu tilmælini, sum viga nógv tyngst.

Vanligt at taka breið atlit í politiskum avgerðum

Tá vit skulu taka politiska avgerð um eitthvørt evni, balansera vit vanliga ymisk atlit fyri at koma fram til eina so góða avgerð sum gjørligt. Tá vit skulu samtykkja eina fíggjarlóg hugsa vit ikki einans um at bjarga so nógvum mannalívum sum gjørligt, vit hugsa eisini um hvussu okkara samfelag sum heild skal virka og mennast.

Tá vit skulu taka avgerð um ferðmarkið á veganetinum í Føroyum, balansera vit atliti til ferðslutrygd upp ímóti atlitinum til tíðarnýtsluna hjá privatfólki og vinnulívi, so vit koma fram til ein passaligan lítlan váða, sum vit kunnu liva við. Vit hava valt at raðfesta tiltøk, har vit fáa mest ferðslutrygd í mun til kostnaðin: kravt trygdarbelti, vegstrípur, autoverju, tryggari akfør, betri koyrifrálæru o.s.fr.

Mugu skilja grundarlagið undir raðfesting av tiltøkum

Á sama hátt mugu vit velja okkara smittuverjutiltøk í mun til, hvussu nógv vit fáa fyri pengarnar í hvørjum einstøkum føri. Hetta er orsøkin til, at lond sum Noreg, Finnland og nú eisini Danmark hava sett arbeiðsbólkar at rokna uppá, hvørji smittuforðandi tiltøk eru tey effektivastu í mun til tann kostnað, tey hava fyri samfelagið.

Tá vit í Føroyum ikki hava eitt líknandi grundarlag, kann tað vera torført at skilja tær raðfestingar, sum verða gjørdar, tá samfelagið stig fyri stig letur upp aftur. T.d. kann tað vera torført at skilja, at ítrótturin varð latin upp aftur áðrenn arbeiðspláss sum tannlæknastovur, hárfríðkarar, optikarar, fysioterapeutar o.s.fr.

Moralsk skylda at taka breiðari atlit

Ávirkanin á búskapin snýr seg ikki bara um virkiseigarar og íleggjarar. Tað snýr seg eisini um, at fólk hava eitt starv og eina inntøku. Ein mist inntøka kann í ringasta føri hava við sær, at fólk mugu fara frá húsi og heimi og kanska eisini flyta av landinum, um møguleikarnir eru betri aðrastaðni. Búskapurin er eisini grundarlag undir teimum grundleggjandi vælferðartænastum, sum vit veita innan heilsuverk, almannaverk, v.m.

Tí er tað ein moralsk skylda hjá teimum politikarum, sum skulu leiða okkum ígjøgnum hesa støðuna, at taka breiðari atlit enn einans heilsufaklig atlit, júst sum vit gera í øllum øðrum politiskum avgerðum. Corona er ein álvarssom sjúka, men vit eru noydd til at hava eina viðgerð av og eitt kjak um, hvussu vit balansera heilsufaklig atlit við onnur atlit, tá vit taka avgerð um Corona-tiltøk.

Í Føroyum mugu vit gera okkum greitt, at tað finnast onnur atlit enn einans tey heilsufakligu, sum mugu avgera, hvørji tiltøk vit seta í verk, og í hvørjari raðfylgju og í hvørjum tempo vit lata ymiskar samfelagsfunktiónir upp aftur.

Mugu velja klók smittuverjutiltøk

Tað fer at taka tíð at menna og testa eina corona-vaccinu, so hon einaferð kann vera bjóðað fram til alt fólkið í Føroyum. Kanska so leingi sum 1½-2 ár. Í ringasta føri finna vit ikki eina vaccinu, hóast tann møguleikin ikki er sannlíkur. Men í báðum førum mugu vit eisini í Føroyum finna ein skilagóðan hátt at liva við Corona, so lagnan hjá føroyska samfelagnum ikki verður tann, at viðgerðin eydnaðist, men sjúklingurin doyði.

Breitt samansettar arbeiðsbólkar

Vit mugu viðgera, hvussu vit á skilabestan hátt kunnu tryggja, at váðin við Corona-smittuni stendur mát við kostnaðin vit sum samfelag hava av smittuverjutiltøkunum. Hetta gera vit best við at tryggja, at teir arbeiðsbólkarnir, sum landsstýrið stuðlar seg til, eru breitt samansettir, og eisini hava vitan um búskap og vinnulív v.m. Føroya Arbeiðsgevarafelag luttekur fegið í einum slíkum arbeiði, um tað eru boð eftir felagnum.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L