Føroyska flaggið fær topkarakter á góðskulista yvir skipaskrásetingar

26. januar. 2021 | Tíðindi | Shipping

Aftur hesaferð er føroyska flaggið millum teirra, sum klára seg best í øllum heiminum. Hetta er greitt nú International Chamber of Shipping (ICS) hevur kunngjørt árliga avrikslistan yvir støðuna hjá aljtóða skipaskrásetinum.

- Vit fegnast um, at føroyska flaggið fær góð skotsmál og verður roknað sum eitt kvalitetsflagg. Fyri føroysk handilsskip er hetta góð tíðindi, tí tað hevur alstóran týdning, at føroyska flaggið verður sett í samband við trygd og góðsku á sjónum, sigur Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip.

Avrikslistin gevur ábendingar um, hvussu teir einstøku flaggstatirnir um allan heimin klára seg. Tað greinar viðurskifti sum altjóða havnaeftirlit, ígildissetan av altjóða sáttmálum á maritima økinum, miðalaldur á handilsflotanum og luttøku á IMO fundum. Gongdin seinastu árini er nógv betrað, og ein orsøk er eitt jaligt samstarv millum vinnu og myndugleikar.

Kappingarføri hjá reiðaríum í føroysku altjóða skipaskráini, FAS, er knýtt at metingini av flagginum. Um flaggið ikki verður mett sum góðskuflagg kann hetta ávirkað virksemið og raksturin hjá reiðaríum, eitt nú við øktum eftirlitsvitjanum og fleiri krøvum til avtalur.

Útgávan fyri 2020/2021 kann takast niður við at trýsta á myndina niðanfyri.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya