Føroyska flaggið klárar seg framhaldandi væl á góðskulista yvir skipaskrásetingar

25. mars. 2019 | Tíðindi | Shipping

International Chamber of Shipping hevur dagført teirra Flag State Performance Table.

International Chamber of Shipping (ICS), har Reiðarafelagið fyri Handilsskip eisini er limur, hevur júst kunngjørt teirra nýggjastu talvu yvir, hvussu altjóða skipaskrásetingarnar um allan heimin klára seg.

Eins og seinast er føroyska altjóða skipaskráin, FAS, millum tey, sum klára seg best. Talvan er bygd upp við grønum og reyðum puntum, har teir grønu vísa positivar avriksindikatorar og teir reyðu negativar avriksindikatorar. Reiðarafelagið fyri Handilsskip fegnast um, at føroyska flaggið aftur hesuferð einans hevur grønar avriksindiktorar á øllum økjum.

Henda árliga dagføring, sum eisini verður stuðlað av Asian Shipowners’ Association (ASA) og the European Community Shipowners’ Associations (ECSA), gevur ábendingar um, hvussu hvørt einstakt flagg klárar seg við at nýta alment atkomuligar upplýsingar.

Til ber at síggja sjálva talvuna og kunning um, hvussu hon er gjørd, her.

Annað á breddanum

  1. Aðalfundur í Handilsvinnufelagnum

    Skráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkum felagsins

    22. Apríl. 2025 | Handilsvinna
    IMG 0559 (1)
  2. Eina skipan fyri burturkastøkið

    Gevur tað veruliga meining, at eitt lítið land sum okkara hevur tvær sjálvstøðugar skipanir? Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin at samskipa burturkastskipanina í eina felags skipan

    22. Apríl. 2025
    Affald
  3. Frítíð skal leggjast til rættis í góðari tíð

    Tað er skilagott at leggja ætlanir fyri summarfrítíðina til rættis á arbeiðsplássinum longu nú

    22. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Depositphotos 272277916 Xl