Árliga avrikstalvan hjá International Chamber of Shipping er útkomin
Shipping Industry Flag State Performance Table fyri 2015/2016 varð sendur út í farnu viku.
Hetta er eitt árligt yvirlit frá ICS yvir, hvussu skipaskráirnar í heiminum klára seg í mun til nøkur ávís metingarstøði. Serliga vísir ICS á, at tær skipaskráir, sum flestir operatørar nýta, klára seg væl á listanum.
Stjórin fyri Policy & External Relations í ICS, Simon Bennett, greiðir frá, at eitt, sum ICS talvan í nógv ár hevur víst, er, at onki grundarlag er fyri at skilja millum avrikini hjá opnum skipaskráum og avrikini hjá sokallaðu vanligu skipaskráunum. Umleið tveir triðingar av heimsflotanum eru nú skrásettir í átta teimum størstu opnu skipaskráunum, og allar hesar hava frálík avrik. Hóast tað møguliga var viðkomandi fyri 20 árum síðani, so vísir ICS talvan ferð eftir ferð, at hesin skilnaður ikki longur gevur meining.
ICS metir í talvuni um avrikið hjá flaggstatunum við at nýta metingarstøði sum t.d. havnaeftirlit (Port State Control), staðfesting og íverksetan av IMO (International Maritime Organization) og ILO (International Labour Organization) sáttmálum og luttøku á IMO fundum. Endamálið við yvirlitinum er at eggja operatørum saman við myndugleikum at tosa um og samstarva um avriksøki, sum mugu betrast.
Operatørarnir hava ábyrgdina av, at trygdar- og umhvørviskrøv verða uppfylt, meðan myndugleikarnir hava ábyrgd av at gera kanningar og at seta lógir og sáttmálar í verk. ICS metir tí, at tað hevur týdning, at avrikini hjá einum flaggstatið kunnu viðgerast sakliga.
Á yvirlitinum sæst, at Føroyska Altjóða Skipaskráin klárar seg ógvuliga væl. Orsakað av, at ov fá skip undir føroyskum flaggið sigla til USA og til Japan, eru tveir reyðir puntar undir teirra havnaeftirlitsskipan. Á øllum øðrum økjum hevur føroyska flaggið ein grønan punt, sum merkir, at vit uppfylla altjóða krøv og standardir.
Talvan kann takast niður á heimasíðuni hjá ICS www.ics-shipping.org/docs/flag-state-performance-table.
International Chamber of Shipping (ICS) er fremsti altjóða vinnufelagsskapur fyri reiðarar og operatørar í handilsflotanum. Felagsskapurin fæst við teknisk mál, arbeiðsrætt og politisk viðurskifti, sum kunnu ávirka altjóða shippingvinnu. ICS limir eru reiðarafeløg í Asia, Europa og Norður- og Suðuramerika, og hesi hava tilsaman yvir 80 % av samlaðu handilstonnaguni í heiminum.
Reiðarafelagið fyri Farmaskip hevur verið limur í ICS síðan september 2014.