Í hesum døgum skipar Uttanríkis- & vinnumálaráðið fyri handilsferð í Turkalandi.
Poul Michelsen, landsstýrismaður, og fleiri føroyskar fyritøkur eru í Istanbul, har tey vitja turkiskar fyritøkur og kunna seg um marknaðarviðurskiftini í Turkalandi.
Fyritøkurnar eru bæði frá útflutningsvinnuni og innflutningsvinnuni. Innan útflutning eru tað serliga fyritøkur, sum selja upsa og pelagisk fiskasløg, sum eru við á ferðini. Frá innflutningsvinnuni er meira blanda, men tað eru fyritøkur, sum innflyta ymisk amboð og eykalutir.
Ferðalagið verður aftur í Føroyum hósdagin 1. mars.
Ferðin er komin í lag eftir, at Føroyar fingu handilssáttmála við Turkalandi í lag í 2017.