Arbeiðsmegi

Føroyskar fyritøkur sóknast serliga eftir yrkislærdum starvsfólkum

27. november. 2023 | Tíðindi

Tørvurin á yrkislærdari arbeiðsmegi í Føroyum er stórur. Tað er ein niðurstøða í stóru spurnarkanningini hjá Vinnuhúsinum, har 100 fyritøkur eru spurdar um starvsfólkatørvin hjá privatu vinnuni í Føroyum.

Meira enn helmingurin av teimum fyritøkum, sum í løtuni ætla at seta fleiri starvsfólk í starv, vilja seta yrkislærd fólk í starv. Talan er um fyritøkur í ymiskum vinnugreinum, eisini eru tær ymiskar í stødd og eru staðsettar kring alt landið.

Fjølbroyttur tørvur
Fyritøkurnar leita millum annað eftir smiðjum, mekanikarum, sølufólkum, timburmonnum, kokkum, eletrikarar, sveisarum, alarum, snikkarum, bakarum og ymiskum tøknikarum.

Kanningin vísir eisini, at nógvar føroyskar fyritøkur í løtuni sóknast eftir starvsfólkum við KT-førleikum.

Skilagóð átøk
Í spurnarkanningini verða allar fyritøkurnar spurdar um, hvørji átøk eru skilabest at gera fyri at fáa fatur á røttu arbeiðsmegini. Svarini eru fjølbroytt. Mest vanligu svarini eru:

  • Fleiri skulu eggjast til at taka eina yrkisútbúgving
  • Menna og útbúgva fleiri fólk við KT-førleikum
  • Serskattaskipanir skulu takast av
  • Samstarvið millum útbúgvingarskipanina og vinnuna styrkjast
  • Møguleikarnir at eftirútbúgva seg skulu betrast
  • Fleiri og fjølbroyttari útbúgvingar setast á stovn í Føroyum
  • Neyðugt at byggja fleiri bústaðir
  • Lægri lønarskattur
  • Starvsfólkarøkt vaksandi týdning

Stóra og umfatandi spurnarkanningin hjá Vinnuhúsinum verður í løtuni greinað nærri. Fleiri niðurstøður úr kanningini verða almannakunngjørdar seinni.

Um kanningina

Endamálið við kanningini er at fáa neyvari at vita, hvør ítøkiligi tørvurin hjá privatu vinnuni er.

Í kanningini verður millum annað hugt nærri at tørvinum í teimum ymisku vinnugreinunum, og hvørt tað er brúk fyri ófaklærdum starvsfólkum, fólk við yrkisútbúgving ella starvsfólk við longri útbúgving. Eisini verður spurt nærri um, hvat slag av førleikum, sum tørvur er á.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya