Viðmerking til tíðindi um flogternur hjá Atlantic Airways.
Í útvarpstíðindunum 7. november bar Kringvarp Føroya tíðindi um, at sáttmálin hjá flogternum er farin úr gildi, og at flogternurnar tí ongan sáttmála hava í løtuni.
Tað er rætt, at sáttmálin millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið fór úr gildi 1. november 2018, men partarnir hava endurnýggjað sáttmálan, nú sum ein limasáttmála, til 1. november 2019.
Allar flogternur hjá Atlantic Airways eru framhaldandi settar eftir hesum sáttmála.
Flogternur hava nú meldað seg inn í danska fakfelagið FPU, og hetta felagið ynskir sáttmála við Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur boðað FPU frá, at felagið fer ikki at byrja samráðingar um ein nýggjan kollektivan sáttmála við eitt útlendskt fakfelag
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt føroyskar sáttmálar á føroyska arbeiðsmarknaðinum í yvir 100 ár, og vit fara ikki at lata kollektivu sáttmálarnar út av føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Nevnast kann tó, at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur yvirtikið ein sáttmála við danska fakfelagið Finansforbundet. Hetta er tó ein søguliga treytaður sáttmáli, sum kom inn við limaskapinum hjá BankNordik í Føroya Arbeiðsgevarafelag, og hesin fer ikki at leggja lunnar undir fleiri líknandi sáttmálar.
Tað er ógvuliga grundleggjandi fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag, at felagið ikki fer undir at gera fleiri og nýggjar sáttmálar við fakfeløg, sum ikki eru partur av føroyska arbeiðsmarknaðinum, og felagið fer undir ongum umstøðum at flyta verandi føroyskar sáttmálar út av føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Vit hava ein vælvirkandi føroyskan arbeiðsmarknað, sum vit eiga at leggja okkum eftir at varðveita.