Føroyski básurin á Offshore Europe væl vitjaður

14. september. 2009 | Tíðindi | Orka

Bæði samskiparar og fyritøkur væl nøgdar.

Offshore Europe ’09 er helst hin størsta nakrantíð. Fyrireikararnir vænta, at tá oljuvinnuframsýningin letur aftur í dag hava fleiri enn 40.000 fólk vitja framsýningina. Offshore Europe er framsýning fyri undirveitarar til oljuídnaðin. Endamálið er at lata partar í vinnuni hittast, endurnýggja avtalur og sáttmálar og skapa nýggj sambond.
Eins og undanfarin ár luttaka føroysku fyritøkurnar við einum felags landabási, sum aftur í ár liggur væl fyri beint við høvuðsinngongdina til framsýningina. Virksemi á básinum hevur verið nógv hesa vikuna framsýningin hevur verið. Nógv fólk hava verið á básinum, og fyrispurningar eru komnir beinleiðis viðvíkjandi oljuvinnuni, men eisini um Føroyar sum ferðavinnuland og um Føroyar yvirhøvur. Føroysku fyritøkurnar á básinum eru vælnøgdar við framsýningina og hava fingið væl burturúr døgunum í Aberdeen. Serliga stórur áhugi millum bæði vinnufólk og tíðindafólk úr øllum heiminum tykist vera fyri boringini, sum eftir ætlan skal fara fram undir Føroyum komandi vár.
Á føroyska básinum eru Atlantic Airways, Atlantic Supply Base, Shefa og Runavíkar Havn umboðað. Eisini eru umboð fyri Oljuvinnufelagið, Uttanríkisráðið, og Jarðfeingi við á básinum. Føroyska luttøkan verður samskipað av Uttanríkisráðnum saman við Oljuvinnufelagnum, og samskipararnir meta, at hóast føroyska luttøkan á framsýningini er minni í ár enn undanfarin ár, er framsýningin væl eydnað fyri tær luttakandi fyritøkurnar.
Offshore Europe verður hildið annaðhvørt ár. Tey árini, Offshore Europe ikki er, er Offshore Northern Seas í Stavanger, og eisini henda framsýningin er av stórum týdningi fyri tær føroysku fyritøkur, sum hava sítt virksemi innan oljuvinnuna.

Annað á breddanum

  1. Kjak: Eru ov nógv almenn starvsfólk, ella er privata vinnan ov veik?

    Í nýggjasta partinum av poddvarpsrøðini Frí Mikrofon hjá Frihedsbrevet standa Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, og Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, hvør sínu megin í kjaki um vaksandi starvsfólkahópin í almenna geiranum

    03. Februar. 2025
    Niels Suni
  2. Tryggja tær pláss til Aliráðstevnuna 2025

    Nú kanst tú melda teg til árligu Aliráðstevnuna, har fólk í alivinnuni og onnur áhugað hittast til fyrilestrar og orðaskifti um havbúnað

    03. Februar. 2025 | Havbúnaður
    Billede
  3. Føroya Arbeiðsgevarafelag og Finansforbundet handað krøv

    Mikudagin 29. januar byrjaðu samráðingarnar um nýggjan sáttmála fyri starvsfólk í Føroya Banka, Trygd og Skyn

    03. Februar. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samráðingar Millum Finansforbundet Og FAG (Vika 6)