FØROYSKI BÚSKAPURIN: Bráðtørvur á arbeiðsmegi, færri útflutningsinntøkur og stimbrandi fíggjarpolitikkur

17. juli. 2019 | Áskoðan

Tað er nógv ferð á føroyska samfelagsbúskapinum, og fleiri tekin eru um, at vit eru á toppinum í einum hákonjunkturi.

Hetta sæst serliga aftur við metlágum arbeiðsloysi, samstundis sum løntakaratalið lutfalsliga er vaksið væl meira enn fólkatalið, og føroyska arbeiðs­fjøldin er tann virknasta í Evropa.

Tað er sostatt arbeiði til meira enn allar hendur, og Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast sjálvandi um, at øll hava úr at gera. Føroysk vinna hevur tó stórar avbjóðingar við at útvega arbeiðsmegi til at nøkta stóra eftirspurningin, og føroyska samfelagið hevur tí bráðtørv á at fáa størri atgongd til útlendska arbeiðsmegi.

Framgongdin í føroyska samfelagnum hevur fram til 2017 verið drivin av stórum og vaksandi útflutningsinntøkum frá ali- og uppsjóvarvinnunum, men í 2018 vendi gongdin við einum stórum falli í útfluningsinntøkunum.

Innflutningurin helt tó fram at vaksa, og fallið í útflutnings­inn­tøkunum hevur tí ikki merkt virksemið í føroyska samfelagnum.

Hvussu gongdin fer at vera í føroyska handilssamskiftinum úteftir, og hvussu hetta fer at ávirka virk­semið í føroyska samfelagnum komandi tíðirnar, er ilt at siga í løtuni, tí stórur partur av føroysku útflutnings­inn­tøkunum eru grundaðar á vinnur, sum kunnu sveiggja nógv.

Føroyski hákonjunktururin hevur tó ikki verið lánsfíggjaður, og tí eru føroysk vinna og húsarhald væl fyri fíggjarliga at taka ímóti einari niðurgongd í útflutninginum.

Um vit hyggja eitt sindur longur fram í tíðina, so er ein tann týdningarmesta avbjóðingin í føroyska samfelagnum at fáa stýr á almenna virksemið, serliga á íløgusíðuni. Søguliga hevur føroyskur fíggjarpolitikkur altíð verið viðrekandi, og henda seinasta tíðin hevur ikki verið nakað undantak í so máta.

Tá ið tað vísir seg ikki at bera til at reka virknan fíggjarpolitikk, so fer Føroya Arbeiðsgevara­felag at mæla til, at land, kommunur og alt tað almenna annars, leggja seg eftir at gera langtíðarætla­nir og -semjir um, hvussu alt alment virksemi skal leggjast til rættis fleiri ár fram í tíðina.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í hesum sambandi latið gjørt eina búskaparfrágreiðing, sum greinar stóra virksemið og ávirkanina á føroyska búskapin, har felagið eisini kemur við nøkrum tilmælum um, hvat kann gerast.

Annað á breddanum

  1. Aðalfundur í Handilsvinnufelagnum

    Skráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkum felagsins

    22. Apríl. 2025 | Handilsvinna
    IMG 0559 (1)
  2. Eina skipan fyri burturkastøkið

    Gevur tað veruliga meining, at eitt lítið land sum okkara hevur tvær sjálvstøðugar skipanir? Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin at samskipa burturkastskipanina í eina felags skipan

    22. Apríl. 2025
    Affald
  3. Frítíð skal leggjast til rættis í góðari tíð

    Tað er skilagott at leggja ætlanir fyri summarfrítíðina til rættis á arbeiðsplássinum longu nú

    22. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Depositphotos 272277916 Xl