Formaðurin í Havnar Handverkarafelag hevur í fjølmiðlunum givið ilt av sær um ymisk arbeiðsmarknaðarviðurskifti, serliga í sambandi við arbeiðsmegi úr ES-londum. Føroya Arbeiðsgevarafelag undrast á ógvusliga skrivið og heldur, at feløgini hava felags áhugamál.
Lat tað vera sagt beinanvegin, at føroyskar fyritøkur fáa sum útgangsstøði einki burtur úr at seta ein ES-borgara í starv fram um ein føroying. Tað er eitt krav, at ES-borgarin í minsta lagi fær ta løn og treytir annars, sum feløgini á arbeiðsmarknaðinum hava samráðst seg til, og tí er ikki talan um nakra lønardumping. Harafturat kemur, at ein ES-borgari, sum kemur til Føroya at arbeiða dugir ikki málið beinanvegin, og kennir ikki til føroysku siðvenjurnar innan fakið. Tað tekur tí tíð, áðrenn hann ella hon er líka nógv verdur fyri fyritøkuna, sum ein føroyingur er.
Men Føroya Arbeiðsgevarafelag er hóast hetta sannført um, at tað hevur alstóran týdning, at føroyskar fyritøkur fáa atgongd til ES arbeiðsmegi uttan avmarkingar. Tí innan fleiri starvsøki eru tað ikki nóg mikið av føroyskum starvsfólkum til at nøkta tørvin. Hetta virkar sum ein fløskuhálsur fyri framleiðsluna og virksemið annars í Føroyum. Okkara kappingarneytar hava langt síðani funnið útav, at tað snýr seg um at gera skipanir, sum gera tað lokkandi at arbeiða í júst teimum londunum. Men í Føroyum hava vit valt at gyrða okkum inni aftanfyri einum dupultum múri: Einum skattamúri sum skattar føroyingar av landinum, og einum lógarmúri, sum ger tað tvørligari hjá føroyskum arbeiðsgevarum at seta útlendingar í starv.
Heldur enn, at feløgini fara í hvør sína skotgrøv í hesum máli, áttu feløgini heldur at tosað um, hvør orsøkin er til, at skikkaða føroyska arbeiðsmegin ikki er tøk. Ein týðandi orsøk er, at vit skatta føroyska arbeiðsmegi av landinum. Høgi føroyski lønarskatturin ger tað meira áhugavert hjá føroyskum løntakarum at arbeiða í londum, har lønarskatturin er lægri enn í Føroyum.
So leingi sum vit skatta føroyingar av landinum, hevur vinnan ongan annan møguleika enn at seta útlendska arbeiðsmegi í starv, fyri yvirhøvur at kunna loysa tær uppgávur, sum fyritøkurnar hava og fyri yvirhøvur at kunna hava nakrar lærlingar.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at limirnir hjá Havnar Handverkarafelag, sum arbeiða í Føroyum, eiga at hava sama lága lønarskatt, sum tey sum arbeiða uttanlands hava, og vónar, at Havnar Handverkarafelag hevur sama sjónarmið. Alt annað hevði verið manglandi virðing fyri føroyskum fyritøkum og handverkarum, sum arbeiða í Føroyum.
Viðvíkjandi avbjóðingunum, sum Havnar Handverkarafelag pástendur, at samfelagið fær av at seta ES-arbeiðsmegi í starv, er støðan tann, at uppihaldsloyvið hongur saman við, at viðkomandi hevur eitt arbeiði í Føroyum. Tá viðkomandi ikki hevur starv, dettur uppihaldsloyvið burtur.
Tá tað kemur til lønarlagið hjá einum handverkara undir útbúgving, so fær ein lærlingur undir handverkaraútbúgving í meðal 9.613 kr. um mánaðin í lærutíðini (12.299,50 kr fjórða árið). Harumframt hevur hann sum oftast tryggjað starv eftir lokna útbúgving. Um samanborðið verður við onnur, undir útbúgving t.d. lærarar, námsfrøðingar ella lesandi á Fróðskaparsetrinum so fáa hesi 3.815 kr. um mánaðin, meðan tey eru undir útbúgving. Hesi hava einki starv, tá útbúgvingin er liðug.
Havnar Handverkarafelag setir í lesarabrævinum somuleiðis spurnartekin við, hvussu væl tað loysir seg at taka útbúgving. Føroya Arbeiðsgevarafelag vil vísa á, at lønarmunurin (løn og eftirløn) í sáttmálunum millum faklærda og ófaklærda arbeiðsmegi er umleið 15%, og harumframt krevst í alt fleiri førum ein útbúgving fyri yvirhøvur at kunna fáa eitt starv.
Føroya Arbeiðsgevarafelag skilir tískil als ikki argumentini hjá Havnar Handverkarafelag.
Havnar Handverkarafelag skuldi heldur tikið saman hendur við okkum og sínum limum, sum arbeiða og gjalda skatt í Føroyum, og arbeitt fyri at skipa viðurskiftini soleiðis, at tað ikki er skattur, sum er orsøkin til, at føroysk vinna ikki er kappingarfør um dugnaligu føroysku arbeiðsmegina. Harumframt, saman við okkum arbeitt fyri, at lærlingaútbúgvingarnar í Føroyum gerast góðar og spennandi hjá ungdóminum at velja.
Føroya Arbeiðsgevarafelag
Marita Rasmussen, stjóri tlf. 739909