Føroyskt íslenskt handilskamar stovnað

12. november. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Leygardagin 10. nov. 2012 varð føroykst íslendskt handilskamar stovnað.

Á fundinum var val av nevnd á skránni og 9 nevndarlimir vórðu valdir. 5 umboðandi Føroyar og 4 umboðandi Ísland.

Á aðalfundinum vóru vegna Føroyar, Marita Rasmussen frá Føroya Arbeiðsgevarafelag, Debes Petersen frá  Kemilux, Eyðun Joensen frá  Poul Hansen, Jóhanna á Bergi frá Faroe Ship og Hendrik Egholm frá  Magn vald. Vegna Ísland vóru Gisli Gislason  frá Faxaports, Hjalmar Waag Arnason, frá Keilir, Ingvar Már Gislason frá Norðlenska  og  Þorgeir Baldursson frá Kvos/Oddi .

Til formann var Gisli Gislason valdur.

Føroyska íslendska handilskarmarið verður fyrisitið av íslendska handilskamarinum. Sjórin í Íslendska handilskamarinum  er Kristín S. Hjálmtýsdottir.

Higartil hava 19 føroyskar og 20 íslendskar fyritøkur, stovnar, einstaklingar og feløg meldað seg inn í handilskamarið.

Í samband við stovnanina av handilskamarinum var búmerkið hjá handilskamarinum avdúkað. Vinnandi uppskotið eigur Eyðun Eliasen arkitektur.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya