Føroysku peningastovnarnir skifta KT-veitara vikuskiftið 7. – 10. mai

03. mai. 2010 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroysku peningastovnarnir gjørdu fyri einum ári síðani avtalu við Skandinavisk Data Center (SDC) í Ballerup um heildarveiting av KT-skipanunum.

Síðani tá hevur verið arbeitt við at fyrireika sjálva umleggingina frá verandi veitarum, sum eru Elektron og BEC. Arbeiðið er nú komið so væl áleiðis, at høvuðsumleggingin fer fram vikuskiftið 7. til 10. mai.
Hetta skiftið merkir stórar innanhýsis umleggingar í peningastovnunum, men eisini nakrar av KT-tænastunum hjá peningastovnunum verða broyttar. Netbankin fær nýtt snið og nýggjar tænastur, m.a. netbanka á fartelefonini.
Kortini virka, tó ikki í sjálvtøkunum
Í umleggingarvikuskiftinum virka øll gjaldskort sum vanligt í handlum og aðrastaðni, har gjaldskort verða nýtt, bæði innanlands, uttanlands og á internetinum. Tó verður ikki møguligt at taka pening út í sjálvtøkunum í vikuskiftinum 7. – 10. mai.
Aðrar peningastovnstænastur
Netbankaskipanirnar og telefontænastan í øllum peningastovnunum verða óvirknar frá fríggjakvøldinum 7. mai til mánamorgunin 10. mai. Sama er galdandi fyri gjaldingar í eMVG og eToll skipanunum hjá TAKS. Eisini kann roknast við ávísum seinkingum fyrstu dagarnar eftir umleggingina.
Ráðiligt er tí, at fólk, ið hava tørv á hesum tænastum í vikuskiftinum, avgreiða síni viðurskifti áðrenn kl. 16.00 fríggjakvøldið 7. Mai.
Uttanlandsflytingar verða ikki gjørdar í tíðarskeiðinum 5. mai – 10. mai.
Janus Petersen, formaður í Felagnum Føroyskir Peningastovnar sigur: „Vit hava miðað ímóti, at kundarnir verða órógvaðir minst møguligt av umleggingini. Kundin hevur sama kontonummar, somu kort og sama kundaráðgeva sum áður. Eisini skulu netbankakundar framhaldandi nýta sítt brúkaranummar og loynital at rita inn fyrstu ferð, og fáa síðani leiðbeining í at áseta eitt nýtt loyniorð.“
Teir kundar, sum kunnu hugsast at verða ávirkaðir av broytingini annars, hava fingið bræv um hesar broytingar, og nærri kunning um tær einstøku broytingarnar er at finna á heimasíðunum hjá peningastovnunum.
Felagið Føroyskir Peningastovnar
Nærri upplýsingar: Janus Petersen, formaður, tlf. 330330

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya