Føroysku sáttmálarnir skulu haldast!

09. februar. 2009 | Áskoðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag kann ikki lata fara framvið borðinum, at ivi er um, hvørt sáttmálarnir á føroyska arbeiðsmarknaðinum verða hildnir.

Grundarlagið undir eini javnvág á føroyska arbeiðsmarknaðinum eru teir sáttmálar, sum er gjørdir millum arbeiðsgevarafeløgini og fakfeløgini. Hesir sáttmálar tryggja at føroyskar fyritøkur kappast á jøvnum føti, tá tað kemur til setan av starvsfólki, og hvussu hesi verða lønt.
At útlendskir arbeiðsgevarar bjóða uppá arbeiðir í Føroyum og koma higar at arbeiða er ikki ókent. Tað hevur tó ikki higartil verið ein trupulleiki, at ivamál hevur verið um, hvørt teir hava fylgt føroysku sáttmálaásetingunum.
Samstundis sum Føroya Arbeiðsgevarafelag sær tað sum eina av sínum fremstu uppgávum at tryggja, at skipaði viðurskiftir eru á føroyska arbeiðsmarknaðinum, verður eisini hildið fast við, at kapping millum fyritøkur, tað verið seg útlendskar ella føroyskar, til eina og hvørja tíð, fer fram undir javnbjóðis treytum.
Uttan at taka støðu til innihaldið í teimum tilboðum, sum komin eru frá útlendskum fyritøkum í sambandi við almennar byggiuppgávur, hevur tað alstóran týdning, at tað - nú trupulleikin við íslendskum fyritøkum er uppstaðin – hereftir verður sett sum treyt, at tilboð uppá arbeiði í Føroyum skulu byggja á tær lønir og setanartreytir annars, sum eru avtalaðar á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Tað er tí at fegnast um, at landsstýrismaðurin í Vinnumálum nú tekur stig til, at hetta verður gjørt, samstundis sum hann tekur atlit til siðvenjuna higartil á arbeiðsmarknaðinum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag fer framyvir ikki at lata sær lynda, at stór arbeiði fara á útlendskar hendur, um orsøkin til hetta er, at sáttmálarnir á føroyska arbeiðsmarknaðinum ikki verða hildnir.

Annað á breddanum

  1. Semja um nýggjan sáttmála við Samverk

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    08. Apríl. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    Samverk
  2. Vinnuhúsið á vitjan í Fuglafirði og á Kambsdali

    Myndafrásøgn: Tveir dagar, átta fyritøkur og óteljandi góðar samrøður. Týsdagin og mikudagin í farnu viku vóru starvsfólkini í Vinnuhúsinum á virkisvitjan í Fuglafirði og á Kambsdali

    07. Apríl. 2025 | Almenn tíðindi
    Havsbrún 1
  3. Barbara nýggj í Samskifti

    Barbara Maria Lamhauge er nýggj í nevndini í felagnum Samskifti.

    07. Apríl. 2025 | KT- og samskifti
    Nevnd Samskifti 2025