Í vikuni fekk føroyska alivinnan fráboðan um, at russar steðga øllum innflutningi av laksi úr Føroyum frá 1. september 2008. “Hetta er ein ógvuliga óheppin støða, sum vit eru komin í”, sigur Ragnar Joensen, formaður í Føroya Havbúnaðarfelag og stjóri í Marine Harvest Føroyar.
Fyrst í juni mánaða vóru umboð fyri russiska matvørumyndugleikan í Føroyum og vitjaðu kryvjivirkir. Vitjanin gekk væl og virkisleiðslurnar fingu ikki nakra ábending um at roknast kundi við stongsli frá russiska marknaðinum. Tað, sum umboðini úr Russlandi søgdu, var, at tey bert gjøgnumgingu virkini og skrivaðu frágreiðing, sum ein nevnd innan russiska matvørustýrið skuldi taka støðu til. Fyri umleið trimum vikum síðani fekk vinnan skriv frá russum, har ávísir manglar vóru ávístir, og sum virkini beinanvegin fóru í holt við at rætta. Fyrst í seinastu viku kom síðani bræv um, at innflutningur av laksi úr Føroyum verður steðgaður. “Vit standa ógvuliga spyrjandi, tí vit hava ikki fingið høvi til at vísa russum, at vit hava rættað uppá hesar manglar” sigur Regin Jacobsen, nevndarlimur í Føroya Havbúnaðarfelag og stjóri á Faroe Salmon.
Síðan 2005 hava russar avmarkað innflutningin av laksi frá flestu laksaframleiðandi londunum. Eftirlitsvitjanir í Noregi, Kili, Skotlandi og nú í Føroyum hava úrslitað í, at russar hava sett innflutningsbann.
Í Noregi, Kili og Skotlandi hava síðani fleiri virkir fingið loyvi til at útflyta til Russlands aftur, men tað hevur tikið heilt frá nøkrum fáum mánaðum til ár at fáa hesi loyvi. Føroyska alivinnan útflytir stóran part av sílaframleiðsluni til Russlands.
Føroya Havbúnaðarfelag og einstøku alararnir taka málið í størsta álvara. Nú verður arbeitt saman við heilsufrøðiligu myndugleikunum í Føroyum at leggja eina ætlan fyri, hvussu vit skjótast gjørligt kunnu fáa russar at koma aftur til landi á eina eftirlitsvitjan og vóna vit, at útslitið av hesum verður at virkini aftur fáa loyvi at útflyta til Russlands.
Føroya Havbúnaðarfelag heldur eisini, at tað hevur alstóran týdning at hetta mál verður tikið upp við russar, bæði á embætisstigi og á politiskum stigi – “vit mugu gera alt vit kunnu fyri at fáa loyst henda stóra trupulleika, sum alivinnan er komin í” sigur Ragnar Joensen, form í Føroya Havbúnaðarfelag. “Alivinnan kann ikki liva við at verða útihýst frá einum so týdningarmiklum marknaði sum tí russiska”.
Annað á breddanum
Ferðavinnan á økisvitjan í Havn
Hósdagin 13. februar skipar Ferðavinnufelagið í tøttum samstarvi við Visit Tórshavn fyri økisvitjan í Havn
27. Januar. 2025 | FerðavinnaReiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya skipara- og navigatørfelag hava handað krøv
Mánadagin 20. januar byrjaðu samráðingarnar fyri skiparar og navigatørar á handilsskipum, tá ið partarnir handaðu hvørjum øðrum krøvini til samráðingarnar um nýggjar sáttmálar fyri handilsskip.
27. Januar. 2025 | SáttmálasamráðingarHvussu nógv fleiri almenn størv kunnu vit bera?
Seinastu trý árini er starvsfólkatalið undir almennum ræði økt við útvið túsund fólkum, meðan tað privata vinnulívið nærum stendur í stað. Hetta er ein álvarsom gongd, tí hvør skal fíggja hetta, og eru vit vís í, at økt almenn starvssetan gevur okkum betri vælferð?
27. Januar. 2025