Føroyskur landabásur á Offshore Northern Seas 2016

29. august. 2016 | Tíðindi | Orka

Stóra oljumessan í Stavanger, Offshore Northern Seas – ONS, byrjar í dag. Sum vanligt eru fleiri føroyskar fyritøkur við á messuni, har Føroyar hava ein landabás.

Føroyskar fyritøkur luttaka á oljumessuni fyri at hitta kundar og fyri at fáa nýggjar avtalur og nýggj sambond. Henda messa verður mett at vera tíðandi fyri føroyskar veitarafyritøkur innan oljuvinnuna.

Samstundis sum sjálv oljumessan er, er eisini ráðstevna um evni, sum eru viðkomandi fyri oljuvinnuna. Eisini er ein ONS-festivalur samstundis sum messan. Her hava vinarbýirnir hjá Stavanger møguleika at hava eitt tjald við undirhaldi og matið, sum eyðkenna tey ymsu londini. Tórshavnar Kommuna og Runavíkar Kommuna saman við vinnufyritøkum standa fyri føroyska tjaldinum.

Oljuvinnufelagið stendur fyri landabásinum á sjálvari ONS oljumessuni. Luttakandi fyritøkurnar á básinum eru: Pam Offshore Services, Atlantic Supply Base, Atlantic Airways, Faroe Ship, Tórshavnar Havn, Runavíkar Havn og Klaksvíkar Havn. Harumframt luttaka eisini Jarðfeingi og Føroya Oljuídnaðarbólkur á básinum.

Móttøka á landabásinum

Landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, vitjar messuna í dag, og seinnapartin kl. 15.00 verður móttøka á føroyska landabásinum. Landsstýrismaðurin fer at greiða frá um loyvisumfarið í 2017 og um føroyskar maritimar tænastumøguleikar.

ONS 2016 verður í døgunum 29. august til 1. september.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L