Fokus á handverkslærlingar

13. mai. 2019 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Í farnu viku var ferðalag umboðandi yrkisútbúgvingar í Riga, har tað m.a. var arbeitt við at geva føroyskum handverkslærlingum møguleikan at kappast í Europa.

Fyrr í ár sendi Føroya Handverksmeistarafelag umsókn til WorldSkills Europe um luttøku í europameistaraskapinum. Hendan verður viðgjørd í summar. Endamálið við ferðini til Riga var sostatt í høvuðsheitum at umrøða føroysku umsóknina um limaskap.

Føroysku lærlingaútbúgvingarnar eru skipaðar sum ein veksliskipan, har handverksmeistarin hevur ábyrgdina av lærlinginum, sum skiftivís skal í skúla í nøkur tíðarskeið í lærutíðini, men mestu tíðina fer lærlingurin ígjøgnum praktiska læru á læruplássinum. Við á ferðini var eisini Landsstýriskvinnan í mentamálum, Hanna Jensen, og tað fegnast Føroya Handverksmeistarafelag um. Magnus Magnussen, formaður, segði í hesum sambandi: ”Tað hevur sera stóran týdning fyri okkara lærlingar, at vit nú síggja slíkan áhuga og engagement frá Mentamálaráðnum”

Fyriskiparanir av FM fyri handverkslærlingar ynskja fyrst og fremst at fáa heimligu kappingina í fastar rammur, men tað hevur sjálvsagt týdning at líta frameftir og tryggja føroyska ungdóminum, sum hevur gjørt tað klóka val at fara í handverkslæru, møguleikan at kappast við sínar líkar í Evropa.

Annað á breddanum

  1. Aðalfundur í Handilsvinnufelagnum

    Skráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkum felagsins

    22. Apríl. 2025 | Handilsvinna
    IMG 0559 (1)
  2. Eina skipan fyri burturkastøkið

    Gevur tað veruliga meining, at eitt lítið land sum okkara hevur tvær sjálvstøðugar skipanir? Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tíðin er komin at samskipa burturkastskipanina í eina felags skipan

    22. Apríl. 2025
    Affald
  3. Frítíð skal leggjast til rættis í góðari tíð

    Tað er skilagott at leggja ætlanir fyri summarfrítíðina til rættis á arbeiðsplássinum longu nú

    22. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Depositphotos 272277916 Xl