Fólkaflyting og fólkavøkstur

08. apríl. 2013 | Áskoðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur fult undir við heildarætlanini fyri fólkaflyting og fólkavøkstur, sum varð løgd fram alment fríggjadagin. Nú er tað upp til politiskar myndugleikar, stovnar og privata vinnulívið at taka ábyrgd fyri, at tiltøkini í ætlanini verða framd.

Fólkatalið í Føroyum er í minking, og er hetta størsta avbóðing, sum Føroyar hava. Vit kenna øll gongdina, har ung fólk søkja sær útbúgving í øðrum londum og ov fá flyta heimaftur eftir loknan lestur. Serliga eru tað ov fáar kvinnur, sum flyta aftur til Føroya.

Skeiklaða kynsbýtið og lækkandi burðartalið umframt tann sannroynd, at tað gerast fleiri eldri í mun til unga ættarliðið í arbeiðsførum aldri, gerst ein alsamt størri avbjóðing fyri føroyska samfelagið.

Heildarætlanin fyri fólkaflyting og fólkavøkstur kemur við tilmælum um ítøkilig átøk, sum kunnu venda gongdini og vónandi aftur skapa fólkavøkstur í Føryoum.

Somuleiðis gevur heildarætlanin boð upp á onnur viðurskifti, sum eisini hava týdning fyri fólkavøkstur. Hetta er m.a. at ein nýggjur vinnupolitikkur verður gjørdur.

Tað gleðiliga er, at meðan arbeiðið við heildarætlanini hevur verið í gongd, hevur Vinnuhúsið frætt um fleiri stovnar, feløg og fyritøkur, sum longu hava tikið stig, sum kundu verið átøk í hesi heildarætlan. Hetta ber boð um, at vit longu eru varug við stóru avbjóðingina og vilji er at gera nakað við hana, umframt at orka og áhugi til at arbeiða við hesum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag vil heita á øll, ið onkursvegna varða av hesi heildarætlan, um at taka ábyrgd av hesum álvarsmáli og miðvíst at taka átøkini við í sínar virkisætlanir føroyska samfelagnum at frama.

Heildarætlanin fyri fólkaflyting og fólkavøkstur kann lesast her.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya