Fólkaskúlanæmingar forrita í ein tíma

26. november. 2018 | Tíðindi | KT- og samskifti

Tað er alneyðugt at skilja, hvussu forrit virka fyri at megna at stýra teldum, robottum og øðrum maskinum.

Tað heldur KT-felagið, sum í næstum skipar fyri tiltakinum Rita1tíma. Tað er altjóða átakið Hour of Code, sum KT-felagið hevur tikið til sín, umsett til føroyskt mál og bjóðað út til fólkaskúlan. Tiltakið snýr seg í stuttum um, at allir næmingar skulu sleppa at royna at forrita. Hetta verður gjørt á stuttligan og læruríkan hátt í ein tíma.

Nær, hvar og hvat?
Ritað verður millum 3. og 9. desember 2018. Tit nýta tykkara egnu skúlastovu ella skúlans teldustovu. Tiltakið Rita1tíma eitur Hour of code á enskum, og spennir um allan heim.

Hvussu?
Far inn á www.rita.fo – Vel eitt uppgávusett og forrita. KT-felagið umsetir alt tilfarið til føroyskt.

Tað ber eisini til at forrita heima saman við børnum sínum. Vegleiðing til lærarar og foreldur er at finna her. Tað ber eisini til at skipa fyri Rita1tíma uttan teldu ella teldil!

Kapping
Í sambandi við Rita1tíma tiltakið, skipar KT-felagið fyri kapping millum allar skúlaflokkar, sum luttaka.

Tað einasta tit skulu gera fyri at luttaka er at skráseta tykkum her, og senda eina ella fleiri myndir frá tí tímanum, sum tit forrita, til KT-felagið á marius@industry.fo.

Vinningurin er ein túrur í biograf fyri allan flokkin. – Seinasta freist at senda myndir inn er fríggjadagin 14. desember. KT-felagið trekkir lut millum øll, sum senda myndir inn mánadagin 17. desember.

Annað á breddanum

  1. Starv sum samskiftisráðgevi til Vinnuhúsið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag søkir eftir einum samskiftisráðgeva til Vinnuhúsið

    25. November. 2024 | Almenn tíðindi
    Ráðgevi2
  2. Hátíðarhald og diplomhandan í ferðavinnu í Vinnuhúsinum

    Týsdagin í farnu viku fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum

    25. November. 2024 | Ferðavinna
    Námx 2
  3. LX International á vitjan í Vinnuhúsinum

    Í farnu viku vóru umboð frá Suðurkoreansku fyritøkuni, LX International, í Føroyum og kunnaðu seg um Føroyar og føroyskt vinnulív. Serliga var áhugin stórur fyri føroyskum makreli og laksi.

    25. November. 2024 | Samhandil
    Depositphotos 442622378 L