Fólkavøkstur – søgan um hønuna og eggið umaftur

27. oktober. 2011 | Áskoðan

Trupulleikin við vantandi fólkavøkstri og at fáa fólk at støðast í Føroyum minnir nakað um kjakið um hønuna og eggið, hvør kom fyrst. Fólkavøkstur er avgerandi fyri menningina av føroyska samfelagnum, men samstundis er menning av føroyska samfelagnum ein fortreyt fyri, at fólk vilja búgva her.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í nýggjum bóklingi um vinnusjónarmið “Koyrið so á motorin” eina røð av uppskotum til, hvussu vit kunnu menna føroyska samfelagið. Eitt av høvuðstilmælunum er, at vit í Føroyum gerast meiri tilvitað um, at fyri at eitt og hvørt samfelag skal kunna mennast, so er fortreytin, at neyðuga tilfeingið er tøkt. Okkara tilfeingi eru fleiri: fólk, náttúrutilfeingi, kapitalur og vitan.
Bergur Poulsen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur: “Skulu Føroyar gerast eitt vakstrarsamfelag, so mugu vit fara betri um okkara tilfeingi, vit mugu verja og røkja tað væl.”
Fólkið er dýrabarasta tilfeingið, sum eitt og hvørt land hevur, og avgerandi fyri møguleikarnar hjá einum landi at standa seg væl. Føroyska fólkagrundarlagið er ógvuliga lítið, og føroyska búskapareindin líður undir, at vit ikki hava sonevnda kritiska massan. Hetta merkir, at lága fólkatalið í Føroyum ger, at fíggjarliga grundarlagið fyri nógvum virksemi er ivasamt.
Vit eru einans sløk 50.000 fólk. Vit fáa - við okkara 2,3 børnum fyri hvørja kvinnu - lutfalsliga nógv børn samanborið við onnur Norðurlond, men fólkatalið í Føroyum veksur so at siga ikki. Lutfalsliga stórt undirskot er av kvinnum í arbeiðsførum og burðardyggum aldri, og nærum helvtin av okkara unga fólki, ið leitar sær uttanlands í útbúgvingarørindum, kemur ikki aftur her at búleikast eftir loknan lestur. Ein meting hjá Studni sigur, at umleið 150 ung í hvørjum árgangi koma ikki aftur til Føroya.
Tá vit frammanundan eru so fá, kann týdningurin av fólkavøkstri í Føroyum ikki yvirmetast, og Føroyar eru tískil eisini ógvuliga viðbreknar, tá talan er um fólkaflyting.
Føroya Arbeiðsgevarafelag er av tí fatan, at vit við at fremja tiltøkini í bóklinginum “Koyrið so á motorin” kunnu fáa gongd á búskaparligu menningina av føroyska samfelagnum. Hervið fáa vit eisini fólk at støðast og trívast í Føroyum. Tað førir fólkavøkstur við sær, sum aftur styrkir støðið undir føroysku búskapareindini. Tað er ein tílíkan positivan spiralvirknað, ið vit mugu seta gongd á.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya