Foreign Direct Investment – hví ikki eisini í Føroyum?

14. september. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Henda spurning setur Ragnar Johannesen á Vinnudegnum seinni í mánaðinum.

Ragnar Johannesen er havnarmaður. Hann hevur verið búsitandi uttanlands í fleiri ár, m.a. í Frankaríki, Týsklandi og Onglandi, har hann er útbúgvin løgfrøðingur.

Síðan 2003 hevur hann starvast hjá advokatfyritøkuni Herbert Smith, hesi síðstu árini á deildini í Moskva.
Hann er serfrøðingur innan fígging – lánsfígging og kapitalveitingar – og M&A samanleggingar. Eisini fæst hann við at skráseta russiskar fyritøkur á børsum í Evropu.
Fyrr í ár var Ragnar útlæntur til oljufyritøkuna BP í London í seks mánaðir í sambandi við verkætlanir í Kasakstan og Miðasiu.
Á Vinnudegnum 25. september fer Ragnar at greiða frá hugtakinum Foreign Direct Investment og fer at umrøða, um hetta eisini er ein møguleiki í Føroyum.

Annað á breddanum

  1. Frídagar um páskirnar

    Skírisdagur, langi fríggjadagur og 2. páskadagur eru heilir frídagar

    14. Apríl. 2025
    3 (3)
  2. Magnus Magnussen heldur fram sum formaður

    Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur skipað seg

    14. Apríl. 2025 | Handverk og ídnaður
    Billede1 (3)
  3. Semja gjørd við Flogskiparafelag Føroya

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og felagið fyri flogskiparar hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

    14. Apríl. 2025 | Arbeiðsmarknaður
    Flogskiparafelag Føroya